Umsorganarheimið Gloria er í ferð við at byggja út, og eftir ætlan verða seks nýggj búpláss tikin í nýtslu 1. mars.
Harvið fer heimið úr átta upp í fjúrtan búpláss.
Útbyggingin hevur við sær tørv á fleiri starvsfólkatímum. Tað sigur leiðslan í eini áheitan til fíggjarnevnd Løgtingsins.
Gloria metir, at tørvur verður á trimum ársverkum afturat. Roknað verður við 600.000 krónum fyri hvørt ársverkið, ella tilsamans 1,8 milliónum krónum árliga.
Í skrivinum verður tó gjørt vart við, at ein eyka náttarvakt ikki er roknað við í hesi upphædd.
Heimið sigur seg vóna at klára økta virksemið við teimum trimum ársverkunum.
Útrokningin tekur støði í heilsurøktarum, men sambært skrivinum starvast vanliga eisini heilsuhjálparar og námsfrøðingar á heiminum.
Tá ið útbyggingin er liðug, verða trý sløg av kømurum á Gloria.
Fýra kømur fáa egið wc og bað umframt balkong. Trý onnur kømur fáa egið wc og bað, meðan sjey kømur hava felags wc og bað.
Leiðslan á Gloria biður nú um fund við fíggjarnevndina fyri at greiða frá broytingunum og tørvinum á øktari starvsfólkafígging.