Krabbameinsfelagið hevur ongantíð áður biðið um ella fingið stuðul á fíggjarlógini.
Nú vendir felagið sær til fíggjarnevnd Løgtingsins við eini umsókn um stuðul til egin hús, sum skulu rúma ráðgeving og virksemi fyri fólk, ið eru rakt av krabbameini.
Felagið sigur, at virksemið ikki longur rúmast í leigaðu hølunum, har tað heldur til í dag.
Hølisviðurskiftini hava eisini avleiðingar fyri trúnaðin hjá teimum, sum koma til samrøðu.
Sambært felagnum uppliva starvsfólk javnan, at fremmand og óviðkomandi kunnu fylgja við og órógva, tá ið tey hava trúnaðarsamrøður við fólk í kreppu.
Krabbameinsfelagið hevur keypt hús á Argjum, sum skulu umbyggjast til endamálið. Ætlanin er, at tey skulu vera klár at taka í nýtslu í oktober 2027, um fíggingin fæst til vega.
Samlaða verkætlanin er mett til 13,5 milliónir krónur. Av hesum kostar húsakeypið 4,7 milliónir, umbyggingin er mett til 8,7 milliónir, og 100.000 krónur eru settar av til umsitingarútreiðslur.
Felagið tekur fyrivarni fyri óvissum í umbyggingarkostnaðinum.
Í húsunum skulu millum annað vera samrøðurúm, felags uppihaldsrúm og rúm til skeið og annað virksemi. Eisini verður ætlanin at gera lyftu millum hæddirnar og tryggja, at ljóðtætt er millum rúmini.
Í fíggingarætlanini stendur, at felagið hevur goldið eina millión krónur av egnum peningi, og at Betri hevur játtað 2,5 milliónir í stuðli í 2026.
Hæddin í neðra
Hæddin í erva
Aðrir partar av fíggingini skulu eftir ætlan fáast til vega við landsinnsavning og stuðli frá grunnum og øðrum stuðlum. Fleiri av hesum umsóknum eru enn í fyrireiking ella til viðgerðar.
Krabbameinsfelagið vísir á, at dagliga virksemið verður fíggjað við limagjøldum, gávum og innsavningum. Ynskið er tí at fáa húsini goldin, uttan at útreiðslurnar fara at tyngja raksturin.
Felagið hevur trøy starvsfólk á skrivstovuni: tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar og eitt skrivstovufólk.
Í virksemisyvirlitinum skrásetir felagið 5.274 áheitanir um árið. Hetta er talið av áheitanum, og ikki talið av ymiskum fólkum, tí sama fólk kann venda sær til felagið fleiri ferðir.