info
Ongi úrslit

Frá sjúkrahúsverki til universitetssjúkrahús

Sjúkrahúsverkið hevur fingið nýggja strategi, ið skal seta kósina komandi árini

Nanný J. Toftegaard
19. oktober 2026 kl. 15:15

Sjúkrahúsverkið skrivar, at málið er eitt sameint og samanhangandi sjúkrahúsverk, har sjúklingurin er í miðdeplinum, og har starvsfólk, fakbólkar og sjúkrahús arbeiða saman, um tryggar heilsutænastur við høgari dygd.

Seinastu árini hevur Sjúkrahúsverkið ment seg nógv. Fakligheitin er styrkt, tænasturnar eru víðkaðar, og fleiri týdningarmikil stig eru tikin móti einum meira nútímans heilsuverki. Samstundis seta millum annað fleiri eldri borgarar, fleiri fólk við varandi sjúku og skjót tøknilig menning nýggj krøv til heilsuverkið.

Nýggja strategiin skal hjálpa Sjúkrahúsverkinum at møta hesum broytingum, og samstundis vísa leiðina fram ímóti einum universitetssjúkrahúsi.

Strategiin snýr seg ikki bara um skipanir og arbeiðsgongdir. Hon snýr seg fyrst og fremst um menniskju. Um sjúklingar, sum skulu uppliva trygd, samanhang, innlit og ávirkan á egna sjúklingagongd, og um starvsfólk, sum skulu hava góðar karmar fyri trivnað og fakliga menning.

Ein strategi broytir tó einki í sjálvum sær. Tað gera vit saman, og tí skal strategiin gerast eitt livandi amboð í gerandisdegnum, og eitt felags grundarlag fyri menningina av Sjúkrahúsverkinum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gloria víðkar úr átta upp í fjúrtan búpláss

11 minuttir síðan
Tíðindi

Fróðskaparsetrið útvegað metstóran granskingarstuðul

18 minuttir síðan
Fótbóltur

HB vann báðar dystirnar við Margáir - EB/Streymur vann dystin í Gundadali

24 minuttir síðan
Tíðindi

Krabba­meins­fel­ag­ið bið­ur fyri fyrstu ferð um stuð­ul á fíggjar­lógini

47 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri stjórnarhermenn dripnir í houthi-álopi á hernaðarlegu

50 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti 07 Vestur

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin lodnuveiða í Barentshavinum - triðja árið á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða tilflytarum til kunningarfund á Kambsdali

2 tímar síðan
Tíðindi

Í dag byrjar SkíggjaSunn

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestmanna vil hava fyri­reik­ing av tunli lidna næsta ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Venjing verður í Eystur­oyar­tunli­num í kvøld

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ - trý stig til B68

3 tímar síðan