info
Ongi úrslit

Fleiri stór mál á tingfundinum í dag

Løgtingið fer í dag millum annað at viðgera yvirtøku av løgreglu og ákæruvaldi, hægri sjúkradagpening og broytingar í meirvirðisgjaldinum.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 07:36

Tingfundur verður í dag, týsdagin 29. september, klokkan 13.

Eitt av stóru málunum á skránni er uppskotið frá Tjóðveldi um ræðislóg, sum kemur til fyrstu viðgerð. Uppskotið snýr seg um at taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði.

Eisini kemur uppskot um at hækka hámarkið fyri dagpening vegna sjúku til fyrstu viðgerð.

Á skrá er harumframt ein broyting í meirvirðisgjaldslógini, soleiðis at avgjaldsskyldig søla ikki skal fevna um pant.

Løgtingið fer eisini undir fyrstu viðgerð av einum uppskoti um at seta fleiri eldri lógir á hagtalsøkinum úr gildi. Talan er millum annað um lógir um statistikk, prístal og manntalið í 2011.

Fyrsta málið á tingfundinum er tó atkvøðugreiðsla um uppskotið til samtyktar um feriustongd tilboð til børn og vaksin við breki.

At enda verður framløga av nýggjum málum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

2 minuttir síðan
Hondbóltur

EM: Undansølan til Føroyar-Kosovo byrjar mánadagin 5. oktober

7 minuttir síðan
Tíðindi

Hjalmar Han­sen kann ikki úti­loka upp­sagn­ir í nýggja stovninum

30 minuttir síðan
Tíðindi

Nýtt sertilboð lat upp í Klaksvík

41 minuttir síðan
Tíðindi

Sunda komm­una kann fáa eyka­rokn­ing upp á seks milliónir

59 minuttir síðan
Tíðindi

Fullur maður fekk bót fyri at órógva í býnum

1 tími síðan
Bilar

Danmark: Dýrari at keypa elbil frá nýggjárinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Oddsini millum Moldova og Føroyar eru púra jøvn

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Landsliðsmálverjin hevur góðar vónir

9 tímar síðan
Tíðindi

Rækjuveiðan á Grand Bank letur uppaftur

9 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Teir fimm áttu ikki at verið leyslatnir

9 tímar síðan
Tíðindi

Italia vann stórsigur í Turkalandi

10 tímar síðan