info
Ongi úrslit
Myndina eigur norska løgreglan

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

- Hetta er ein leið, sum tú skalt hava virðing fyri, tí her eru fleiri sker og grynnur, sum kunnu bróta, sigur norðmaður, sum hevur siglt nógv á leiðini við Averøy, har fýra ferðafólk lótu lív í leigaðum báti

Vilmund Jacobsen
23. september 2026 kl. 00:29

Norðmaðurin, Ståle Stenersen, sum er 57 ára gamal, hevur siglt fram við norsku strondini í fleiri áratíggjur. Eftir bátsvanlukkuna út fyri Averøy, har fýra ferðafólk úr Kekkia lótu lív, heldur hann, at neyðugt er við strangari krøvum til tey, sum leiga út bátar til frítíðarfisking.

Báturin, sum ferðafólkini vóru í, varð funnin holvdur út fyri Averøy leygarnáttina hin 19. september. Líkið av tí eina, sum var við bátinum, er funnið, men hini trý eru ongantíð komin afturíaftur.

Tv2.no hevur skift orð við 57 ára gamla sjómannin, Ståle Stenersen, sum hevur siglt í fleiri enn 40 ár, harav 30 ár sum navigatørur og skipari. Í fleiri ár hevur hann siglt fram við norsku strondini og eisini kring leiðina við Averøy.

- Hetta er ein leið, sum tú skalt hava virðing fyri, tí her eru fleiri sker og grynnur, sum kunnu bróta. Hetta er ein avbjóðandi leið, eisini hjá royndum sjófólki við nútímans útgerð og sjóvinnuútbúgving.

Sjómaðurin sigur, at viðurskiftini á leiðini við Averøy onkrar dagar gera, at tú - sjálvt ikki við størri skipum - siglir um hesar leiðir, men heldur velur at lata vera.

- Eg sigli ofta um hesar leiðir við skipi, sum er meira enn 100 metrar langt, og tað eru dagar, at vit halda okkum aftur og ikki leggja út á leiðina, tí vit halda, at vandin er ov stórur, sigur hann.

Ståle Stenersen hevur fleiri ferðir sæð ferðafólk fiska í yvirfyltum bátum, og hann sigur, at fleiri eru komin í keðiligar og vandafullar støður.

Hann heldur, at krøvini til tey, sum leiga út bátar til frítíðarfisking, áttu at verið strangari, og hann heldur eisini, at minsta kravið skuldi verið, at staðkendur ferðaleiðari er við á allari ferðini.

- Hetta má verða ein ferðaleiðari, sum bæði er staðkendur, kennur havleiðina og veðurviðurskiftini i økinum.

Hann heldur tó, at tað eru fleiri útleigarar av bátum, sum gera nógv fyri trygdina hjá ferðafólkunum, eitt nú við skipanum, sum siga, hvar ávísu bátarnir eru.

- Kravið eigur tó at vera, at tann, sum leigar út bátar, skal syrgja fyri, at staðkendur ferðaleiðari er í bátinum saman við ferðafólkunum, sigur Ståle Stenersen við Tv2.no

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

1 tími síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

3 tímar síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

4 tímar síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

4 tímar síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

4 tímar síðan
Tíðindi

Maria hevur vunn­ið pitch­virð­i­sløn - og kann vinna meira

4 tímar síðan