info
Ongi úrslit

Rækjuveiðan á Grand Bank letur uppaftur

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Vilnius í Litava í døgunum 21.-25. september 2026.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 23:46

Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðani latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst.

Nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er minkaður, og størri varsemi krevst í fiskiskapinum. Fyri at tryggja, at veiðan framhaldandi skal vera burðardygg, mælti NAFO-Vísindaráðið til at lækka mest loyvdu veiðu (MLV) millum 19%-34%.

NAFO-limalondini samdust um at áseta MLV til 12.452 tons fyri 2027, sum er ein lækking á 18,9%. Sostatt gjørdist toskakvotan tann hægst møguliga sambært vísindaliga tilmælinum. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt  2.783 tons, samanborið við 3.433 tons í 2026. Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru ávikavist 182,8 tons og 69 tons komandi ár.

NAFO lat í 2024 upp aftur fyri fiskiskapi eftir toski á Grand Bank, har veiðibann hevur verið síðani 1993. Kanada hevur eina kvotu á 95% av MLV. Føroyar hava eina kvotu upp á 63 tons, samanborið við 40 tons í 2026.

Veiðibann hevur verið galdandi fyri rækjufiskiskapin á Grand Bank síðan 2015. Vísindaligar kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi, og at útbreiðsluøkið er broytt. Tískil avgjørdi Kanada í summar at lata upp aftur fyri fiskiskapi eftir rækjum í egnum sjógvi, og í hesum sambandi samdust NAFO-limalondini um aftur at loyva veiðu eftir rækjum á Grand Bank. MLV varð ásett til 1.641 tons, og føroyski parturin stendur at vera 1,1% ella 18 tons. Føroyar hava tó, áðrenn veiðibannið varð sett í gildi í 2015, áhaldandi mótmælt býtinum av rækjum millum limalondini. Føroyska støðan er, at Føroyar fingu ov lítið í sín part, tá ið eitt fyribils býti varð gjørt í 1999, tí Føroyar, í mun til onnur limalond, hava søgulig veiðitøl at vísa á.

Rækjustovnurin á Flemish Kap hevur trupult við at koma fyri seg, og veiðibann hevur verið síðan 2022. Limalondini vóru samd um at halda áfram við veiðibanninum eftir rækjum, eins og Vísindaráðið mælti til.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Vørn, Havstovuni, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.

Fakta
NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar eru limur í NAFO, tí Føroyar hava kvotur fyri tosk, svartkalva, kongafisk og rækjur í havøkinum, sum NAFO umsitur. Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%. Á ársfundinum verður støða tikin til mest loyvdu veiðu, stytt MLV, fyri tey fiskasløg, sum eru í NAFO-økinum. Hetta verður gjørt við støði í vísindaligu tilmælunum frá NAFO-Vísindaráðnum. Eisini verða onnur mál viðgjørd, eitt nú eftirlit, økisfriðingar, frágreiðingar og uppskot frá sáttmálapørtunum.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Landsliðsmálverjin hevur góðar vónir

40 minuttir síðan
Tíðindi

Trump: Teir fimm áttu ikki at verið leyslatnir

1 tími síðan
Tíðindi

Italia vann stórsigur í Turkalandi

1 tími síðan
Fótbóltur

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins Nations League dystum

2 tímar síðan
Tíðindi

Wegovy-tablettir á danska marknaðin uttan um Novo

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

2 tímar síðan
Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

2 tímar síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

3 tímar síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

6 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

7 tímar síðan