Bretska løgreglan átti ikki at havt leyslatið teir fimm menninar, sum gjáramorgunin vórðu handtiknir nærindis RAF Fairford-flogstøðina í Bretlandi.
Tað segði Donald Trump, forseti í USA, við tíðindafólk í Ovalu skrivstovuni í dag, sambært AFP.
– Eg eri bilsin av, at teir leyslótu teir. Tað hevði eg ikki gjørt, segði Trump.
– Vit vita alt um teir. Vit høvdu ikki leyslatið teir, legði amerikanski forsetin aftrat.
Teir fimm menninir vórðu leyslatnir móti veðhaldi eftir umfatandi avhoyringar, men eru framvegis undir kanning.
Bretska løgreglan hevur upplýst, at menninir eru undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop.
RAF Fairford er ein bretsk flogstøð, sum eisini verður brúkt av amerikanska herinum.
/Ritzau/