info
Ongi úrslit
© Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix
Brøðurnir Sebastiano Esposito og Francesco Pio Esposito fegnast um fjórða málið hjá Italia í 4-1-sigrinum á Turkalandi.

Italia vann stórsigur í Turkalandi

Italia vann 4-1 á Turkalandi í Nations League og fekk harvið fyrstu stigini, síðani Roberto Mancini tók við sum landsliðsvenjari á øðrum sinni.

Eirikur Lindenskov
28. september 2026 kl. 22:52

Italia fekk av álvara gongd á bæði málskjótingina og Nations League, tá liðið í kvøld vann 4-1 á Turkalandi á útivølli.

Hetta var annar dysturin hjá Roberto Mancini, síðani hann aftur tók við sum italskur landsliðsvenjari.

Fyrsti dysturin endaði við einum 2-0-tapi fyri Belgia í síðstu viku, men í kvøld var heilt øðrvísi lag á italska liðnum.

Italia er í einum sterkum bólki saman við Fraklandi, Belgia og Turkalandi, og tí hevði tað stóran týdning at fáa stig í Turkalandi.

Og italiumenn gjørdu skjótt av.

Alessandro Bastoni legði Italia á odda eftir hornaspark, og síðani átti høgri bakkurin Michael Kayode sín lut í báðum teimum næstu málunum.

Fyrst noyddi hann turkiska málverjan Altay Bayindir at geva returbólt, sum Davide Frattesi gagnnýtti. Stutt eftir fekk Kayode sjálvur møguleikan og økti til 3-0.

Tað vóru ikki farnir 30 minuttir, tá Italia sostatt hevði skorað trý mál.

Turkisku spælararnir vórðu floytaðir av vøllinum av heimafjøldini í hálvleikinum.

Turkaland svaraði skjótt

Bara 75 sekund eftir steðgin minkaði Baris Yilmaz um munin til 1-3 og gav turkum eina lítla vón.

Men hon helt ikki leingi.

Sandro Tonali rakti stongina, og unga Inter-áleyparin Francesco Pio Esposito var fyrstur á returbóltinum og skoraði til endaliga úrslitið 4-1.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Frakland 1-0 á Belgia við einum seinum máli.

Fríggjadagin hittast Italia og Frakland, meðan Turkaland skal spæla móti Belgia.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump: Teir fimm áttu ikki at verið leyslatnir

3 minuttir síðan
Fótbóltur

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins Nations League dystum

53 minuttir síðan
Tíðindi

Wegovy-tablettir á danska marknaðin uttan um Novo

55 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

1 tími síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

2 tímar síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

5 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

6 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

7 tímar síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

7 tímar síðan