HSF skrivar:
- Mánadagin 5. oktober 2026 klokkan 10 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 klokkan 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.
Møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 krónur, meðan eitt standipláss kostar 150 krónur. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið. Skrivar HSF.