Tað segði Hjalmar Hansen við Kringvarpið í morgun.
Hann vísti á, at tríggjar milliónir krónur eru nógvir pengar at spara, og at ætlanin fyrst er at royna at finna sparingar uttan uppsagnir.
Ein møguleiki er at lata størv, sum gerast leys, standa ósett.
Men sambært Hjalmar Hansen er ivasamt, um hetta verður nóg mikið til at røkka sparingini. Tí kann hann ikki útiloka, at uppsagnir verða neyðugar í nýggja samanlagda stovninum.
88 ársverk í nýggja stovninum
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur tikið avgerð um, at Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman í ein stovn frá 1. januar 2027.
Samanlagdi stovnurin fer at hava 88 ársverk og eina játtan á 91,5 milliónir krónur.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er samstundis roknað við eini samlaðari skerjing á tríggjar milliónir krónur.
Samanleggingin er framhald av bygnaðarligu broytingunum, sum byrjaðu, tá Sernám gjørdist partur av Undirvísingarstýrinum.
Hjalmar Hansen leiðir samanleggingina
Tað verður Hjalmar Hansen, sum fer at standa á odda fyri samanleggingartilgongdini í tøttum samstarvi við Eyðun Gaard, stjóra í Námi.
Leiðslurnar og starvsfólkini á báðum stovnunum skulu taka lut í arbeiðinum, og aðrir partar verða knýttir at eftir tørvi.
Samanlagdi stovnurin skal millum annað fevna um menning, ráðgeving, tilfar, KT, eftirmeting og fyrisiting á dagstovna- og útbúgvingarøkinum.
Endamálið sambært landsstýrinum er bæði at fáa betri samanhang í tænastunum til skúlar og dagstovnar og at fáa ein meira kostnaðareffektivan rakstur.
Men útsøgnin hjá Hjalmar Hansen í morgun vísir, at sparikravinum kann verða torført at røkka uttan eisini at minka um starvsfólkahópin.