»Tað er ikki alt tú skal svara til, ella tað er ikki hvørja veitslu ein skal fara til«
Soleiðis skrivar Bergur Robert Dam Jensen um innslagið í Degi og Viku fríggjakvøldið, har hann varð lagdur undir at flyta eldradepilin í Kollafirði á jørð hjá mammu síni.
Hann skrivar soleiðis:
Nú Tjóðveldið bryggjar ein veruleika, sum um talan var um eina hina mætastu krimisøguna, er stuðilin frá Kringvarp Føroya eins góður og hann altíð er.
Í Degi & Viku fríggjakvøldið 18. september 2026 var føroyski hyggjarin vitni til drama og krimi á hægsta stigi. Har bleiv søgan skapt um korrupta býráðslimin í Kollafirði. Hann var bæði korruptur og ógegnigur, tá ið hann rann ørðindir fyri mammu sína við at fáa lagt mál fyri býráðið um at flyta Eldradepilin í Kollafirði.
Grundarlagið bleiv væl kjølfest, tá ið hann eisini hevði runnið undan fjølmiðlafólki úr Kringvarpinum, tá tey høvdu roynt at fingið samband við hann. Ein býráðslimur segði, at nú var nokk, nokk, og tað einasta ivamálið, hyggjarin stóð eftir við, var um tað var hann sjálvur ella mamman, ið mundi standa aftan fyri hesa ætlan.
Talan er ikki um eina skaldsøgu, men um eina søgu, ið KVF saman við einum býráðslimi, hevur skapt. Endamálið er greitt, at siga nakað so ofta, so at kanska onkur at endans trýr tí. Hetta er álvarsamt.
Mín síða skuldi sleppa framat Degi & Viku í kvøld, men hálvan annan tíma undan “primetime” kemur teldubræv við boðum um, at ongin avtala er alíkavæl.
Sakførari er á málinum, so seinasta orðið er ikki sagt.
Her og nú kann eg svara í stuttum:
Eg havi fingið staðfest, at eg eri ikki ógegnigur.
Festarin á Sjóvargarði er mamma mín. Hon hevur undirskrivað avtalu við undanfarna býráð um sølu av lendi í Norðreki, sum talan er um. Hetta hin 19. des. 2023, og var hon eftir hetta leys av økinum. Í januar 2024 verður avtalan einmalt samtykt í býráðnum. Tórshavnar Kommuna er juridiskur eigari frá tí løtu av. Her er onki at koma eftir.
Tað vildi ongin virðisøking ella annar fyrimunur staðið burtur úr at flyta Eldradepilin av Todnesi í Norðreki enn tann avtalan, ið er gjørd 19. des. 2023, inniber. Heldur onki her at koma eftir.
Restin í viðgerðini ber brá av politiskum snildum frá øllum síðum.
Eg sendi fráboðan um at fáa málið á skrá, saman við øllum skjølum til kommunustjóran. Innan tíðarfreist og eftir øllum fortreytum. Men hann velur ikki at leggja upplýsingarnar í málið. Sum er ein av hansara fremstu uppgávum.
Tað verður sagt av fleiri býráðslimum, at teir ikki kenna til málið og tess vegna forsvara, at teir ikki eru nóg væl greiddir at taka eina niðurstøðu.
Síðan februar hevur prát verið í samgonguni um hetta, men tað var skjótt, at borgarstjórin legði lok á hetta við telduposti, sum staðfesti, at meira tíð skuldi ikki brúkast um hetta. So at siga nú, at man skal taka tað upp í samgonguni, er sum við moralinum, hann er góður, meðan dupultmoralur er dupult so góður.
Borgarstjórin hevur nú steðgað málinum, uttan heimild. So langt fer Tjóðveldi fyri at steðga einum stórmáli í Kollafirði. Vert er at leggja tilmerkis, at tá ið samanum kom, vóru tað bert tveir samgongulimir, ið hildu seg til samgonguskjalið á síðu 5. Heðin Mortenssen og undirritaði sjálvur.
Av lívsins royndum havi eg breiðan rygg. Í so máta haldi eg meg klára nógv trýst, eisini tá ið ódnirnar hava hug at leika á.
Men at man skal góðtaka at verða lagdur undir slíkt sum hetta av einum almennum tíðindamiðli, ið hoyrir fantasiverðuni til, bara tí man er politikkari, kann ikki góðtakast.
Haturstalan er ikki gjørd til at skapa úrslit – Men at raka og skaða.
Bergur Robert Dam Jensen
býráðslimur í Tórshavnar býráð