info
Ongi úrslit

FM1: Ætla at rógva úr Florida til Føroya

(FM1) Hoyr samrøðu við Jákup Jacobsen, ið saman við Edmund Berg og einum onglendingi ætlar at rógva langa teinin úr Florida

Jákup Jacobsen ætlar saman við tveimum øðrum at rógva langa teinin úr Florida til Føroya. Ætlanin er at koma til Føroya á ólavsøku
Heri Simonsen
27. mai 2022 kl. 18:45

Jákup Jacobsen, í róðrarumhvørvinum kendur sum Reyði-Jákup fer saman við Edmundi Berg og einum onglendingi at royna at rógva allan teinin úr Florida til Føroya. Lagt verur frá landi í morgin klokkan níggju.

Jákup Jacobsen hevur vónir um, at teir klára at koma til Havnar á ólavsøku. Dreymurin hjá Jákupi, ið er gamal róðrarmaður er, at teir tríggir koma til Havnar millum áttamannafars og tíggjumannafarsróðurin ólavsøkuaftansdag.

Jákup Jacobsen sigur, at teir hava fyrireikað seg væl, og í Florida hava teir fingið nógva hjálp. Enntá hevur ein prestur verið og signa bátin og ferðina hjá teimum trimum. 

Jákup Jacobsen greiðir frá, at teir hava kannað streymviðurskiftini og útlitini til fulnar, og teir hava góða vónir um, at teir fara at megna at fremja teinin, ið hevði verið eitt stórt roysnið. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Jákup Jacobsen í tíðindasendingini hjá FM1. 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

18 minuttir síðan
Tíðindi

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

42 minuttir síðan
Tíðindi

Danska fíggjar­lóg­in gev­ur pen­sjón­ist­um meira pengar

49 minuttir síðan
Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

1 tími síðan
Tíðindi

Spania vel­ur í dag – høgra­vendi Vox kann fáa stjórnar­vald

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

3 tímar síðan
Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

12 tímar síðan