info
Ongi úrslit

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

Gimmi Olsen, prestur og Karl H. Johansen, borgarstjóri hildu røðu, Klaksvíkar Hornorkestur spældi hugnaligan jólatónleik.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 11:40

Orð og myndir: Dávur Winther:

Gimmi hugleiddi um adventskaransin, og at í dag er fyrsti sunnudagur í Advent – ein fyrireikingartíð til jóla og í fluttari merking til Jesu afturkomu.

Trøllaomman og ommudidd tendraðu træið við stóra stigabilinum hjá sløkkiliðnum.

Aftaná varð boðið til ein góðan kaffimunnur í Varpinum, har børnini eisini fingu jólapakkar. 

Jólatræið í Árnafirði varð tendrað kl. 17.00, har Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur helt røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Meinhard Bjartalíð hugleiddi um jólini, tá íð hann var barn og fór eisini longur aftur í tíð, har hann minti á, at Árnafjørður er gomul bygd, sum er nevnd í hundabrævinum – Eisini at Árnafjørður var ein ”Trettanda-bygd”, har siður var at dansa á trettanda, og tí komu fólk eisini aðrastaðni frá at dansa í Árnafirði.

Eftir røðuna og hornspæl, varð boðið til ein kaffimunn og heimagjørt rísalamande í gamla bygdahandlinum, sum Samson Højgaard nú eigur. Her er altíð hugnaligt og nógv prát.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

18 minuttir síðan
Tíðindi

Danska fíggjar­lóg­in gev­ur pen­sjón­ist­um meira pengar

49 minuttir síðan
Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

1 tími síðan
Tíðindi

Spania vel­ur í dag – høgra­vendi Vox kann fáa stjórnar­vald

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

3 tímar síðan
Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

12 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

12 tímar síðan