Í dag verður tjóðartingsval í Spania, og úrslitið kann fáa stóran týdning fyri politisku framtíðina hjá landinum.
Eftir fleiri ár við sosialistiska Pedro Sánchez sum forsætisráðharra benda flestu veljarakanningarnar á, at konservativi flokkurin Partido Popular (PP) kann gerast størsti flokkur.
Men tað er ikki vist, at flokkurin fær nóg nógvar sessir til sjálvur at skipa stjórn.
Tí kann høgravendi flokkurin Vox fáa ein avgerandi leiklut í stjórnarsamráðingunum.
Verður ein samgonga skipað millum PP og Vox, kann tað merkja, at Vox fær landsstjórnarvald á fyrsta sinni, síðani fólkaræðið varð endurreist í Spania eftir Franco-tíðina.
Stríð um innflyting og bústaðir
Bústaðartrupulleikar, høgur livikostnaður og innflyting hava verið millum høvuðsevnini í valstríðnum.
Serliga hevur bústaðarneyðin verið eitt stórt stríðsmál.
Nógvir spaniólar hava ilt við at fáa fíggjarligt ráð til at keypa ella leiga ein bústað, og húsaleigan er hækkað nógv í fleiri av stóru býunum.
Pedro Sánchez hevur lagt dent á búskaparliga framgongd, hægri lønir og minkandi arbeiðsloysi undir hansara stjórn.
Men andstøðan heldur, at stjórnin ikki hevur gjørt nóg mikið fyri at bøta um bústaðartrupulleikarnar og livikostnaðin.
Partido Popular, við Alberto Núñez Feijóo á odda, vil millum annað broyta innflytarapolitikkin og herða reglurnar á fleiri økjum.
Vox, sum Santiago Abascal stendur á odda fyri, hevur eina enn strangari støðu til innflyting og vil millum annað fremja víðfevndar útvísingar.
Sánchez vónar framvegis at vinna
Hóast veljarakanningarnar geva høgraflokkunum bestu møguleikarnar, hevur Pedro Sánchez ikki mist vónina um at halda fram sum forsætisráðharri.
Hann hevur sagt, at sosialistarnir kunnu vinna valið og skipa eina nýggja stjórn saman við smærri vinstravendum og øðrum samstarvsflokkum.
Spanska tjóðartingið hevur 350 sessir, og 176 sessir krevjast fyri at hava reinan meiriluta.
Eingin av stóru flokkunum verður væntaður at fáa meiriluta einsamallur.
Tí kunnu samráðingar um eina nýggja stjórn gerast drúgvar eftir valið.
Meira enn 38 milliónir kunnu velja
Sambært sponsku myndugleikunum hava 38,7 milliónir fólk valrætt til tjóðartingsvalið.
Valið varð útskrivað fyrr enn ætlað, eftir at stjórnin hjá Sánchez fekk trupulleikar við at fáa politiska undirtøku fyri sínum uppskotum í tjóðartinginum.
Valstríðið endaði fríggjakvøldið, og í gjár var sokallaður umhugsunardagur, tá vanlig politisk valstríðsátøk ikki vóru loyvd.
Valhølini lata aftur í kvøld, og tá byrja fyrstu úrslitini at koma.
Tað verður tó ikki neyðturviliga greitt í kvøld, hvør fer at stjórna Spania komandi árini. Tað kann avgerast í samráðingunum millum flokkarnar eftir valið.
/Reuters