info
Ongi úrslit

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

LEGO-kapping í Messuni: Í dag, sunnudagin 29. november kl. 14.00 verður LEGO-kapping í Messuni í Sørvági. Her fáa familjur høvi at savnast um eina øðrvísi og hugnaliga avbjóðing, har kreativitetur, samstarv og hugflog eru í miðdeplinum.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 08:30

Í einum gerandisdegi, har skíggjar og talgildir miðlar fylla alsamt meira, er LEGO-kappingin eitt upplagt høvi at leggja telefonir og teldlar frá sær eina løtu og heldur brúka tíð saman. Við LEGO-klossum sum amboði fáa børn og vaksin høvi at samstarva, lata hugflogið fáa frítt spæl og skapa nakað í felag. Her snýr tað seg ikki um at sita hvør sær, men um at hugsa saman, finna loysnir og hava tað stuttligt í felag.

Sjálv kappingin verður skipað soleiðis, at uppgávan verður avdúkað á staðnum. Tað kann eitt nú vera at byggja eitt hús, ein slikkipinn, eitt skip, eina plantu ella okkurt heilt annað. Tá ið uppgávan er avdúkað, hava luttakararnir hálvan annan tíma at skapa sítt besta og mest kreativa LEGO-avrik.

Eingin ásett mark er fyri, hvussu stórt ella lítið, breitt ella høgt verkið skal vera. Tað er heilt upp til hugflogið hjá luttakarunum at avgera, hvussu uppgávan verður loyst.

Tá ið byggitíðin er farin, fer ein dómsnevnd at meta um avrikini og velja vinnaran. Flottasta avrikið fær steyp, og allir luttakararnir við vinnandi borðið fáa hvør sína medalju.

Luttakararnir skulu sjálvir hava alt LEGO og alla neyðuga útgerð við. Bert eitt LEGO-avrik kann latast inn til metingar frá hvørjum borði.

LEGO-kappingin er eitt gott høvi hjá familjum at fáa eina løtu saman, har nærvera og samstarv vera í hásæti, siga fyrireikarirnir.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

23 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

32 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

9 tímar síðan
Tíðindi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

10 tímar síðan
Tíðindi

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

10 tímar síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

12 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

12 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi

12 tímar síðan