info
Ongi úrslit

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

Ein bonkur til hvíld, samveru og góðar løtur – og til frama fyri hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 08:24

Í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi Føroya varð ein serstakur bonkur mentur og vístur fram undir Landsinnsavningini 31. oktober.

Nú ber til hjá kommunum, stovnum, fyritøkum og einstaklingum at bíleggja Reyðakrossbonkin.

Tankin handan bonkin er at skapa ein bonk, sum bæði hevur eina praktiska funktión og ber ein boðskap um samveru og nærveru. Bonkurin kann standa við gongugøtur, í almennum økjum, uttan fyri stovnar, í gørðum ella aðrastaðni, har fólk kunnu seta seg, hvíla seg og vera saman.Á bonkinum stendur: Til sess – til samveru – til svøvn – til sjón – til skjól – til stuttleika

Bonkurin er sniðgivin av Elin P. Andreasen hjá NOVUS innrætting & design og framleiddur í Føroyum av Havnar Træsmiðju. Hann er ætlaður bæði til innandura og uttandura nýtslu og er framleiddur við denti á góðsku og haldføri.

Beinkirnir verða framleiddir eftir bílegging. Prísurin er 30.000 kr. við mvg fyri hvønn bonk, og nøgdaravsláttur verður latin, tá tríggir ella fleiri beinkir verða bílagdir.

Alt avlopið av søluni fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og úti í heimi.

Meira kunning um Reyðakrossbonkin, vørulýsing, prísir og bílegging er á https://www.redcross.fo/bonkur

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

9 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

24 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

9 tímar síðan
Tíðindi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

9 tímar síðan
Tíðindi

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

10 tímar síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

11 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

12 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi

12 tímar síðan