info
Ongi úrslit

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

Hóast nógv fólk hava verið í býnum hetta jólafrokostvikuskiftið, hevur løgreglan havt óvanliga lítið at gera. Vaktleiðarin letur sera væl at vikuskiftinum.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 09:06

Nógv fólk hava verið í býnum í nátt í sambandi við jólafrokostar, men sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn hevur tað verið serstakliga friðarligt.

– Tað hevur verið sera friðarligt, serliga tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk hava verið í býnum, sigur vaktleiðarin.

Tó hava nakrar smærri hendingar verið.

Klokkan 23 í gjárkvøldið fekk ein persónur bót fyri brot á skilhaldsreglurnar í miðbýnum í Havn. Viðkomandi varð burturvístur av einum skeinkistaði, men vildi ikki fara og var ólátaður móti vaktarfólkunum.

Eisini vóru nakrir menn, sum fóru at táttast á einum øðrum staði í býnum. Løgreglan kom uppí og sendi teir í hvør sína ætt, áðrenn støðan menti seg.

Roykur úr húsum í Havn

Klokkan 1.45 í nátt varð boðað frá royki úr einum húsum í Havn.

Sløkkiliðið varð sent á staðið, men tíbetur varð skjótt staðfest, at talan var um eitt skammlop, har ein leidningur var smeltaður. Av tí at sløkkiliðiði var so skjótt á staðnum hendi ikki størri skaði.

Klipp í Runavík

Í gjár klokkan 18 varð ein bilførari tikin fyri at koyra 78 kilometrar um tíman í bygdum øki í Runavík.

Tað gav bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.

Annars hevur løgreglan lítið at siga frá, og vaktleiðarin fegnast um, at jólafrokostvikuskiftið higartil hevur verið so friðarligt.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

48 minuttir síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

9 tímar síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

10 tímar síðan
Tíðindi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

10 tímar síðan
Tíðindi

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

10 tímar síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi

11 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

12 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

12 tímar síðan