info
Ongi úrslit
© Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix
Peter Hummelgaard, danskur fíggjarmálaráðharri, legði sunnudagin fram fíggjarlógaravtaluna fyri 2027, sum stjórnin hevur gjørt við Eindarlistan og Alternativið.

Danska fíggjar­lóg­in gev­ur pen­sjón­ist­um meira pengar

Danska stjórnin hevur gjørt avtalu um fíggjarlógina fyri 2027. Millum høvuðstiltøkini eru 1.000 krónur meira um mánaðin til pensjónistar við lægstu inntøkunum og góðar 3.100 krónur meira til fólk á sokallaðari Arne-pensjón. Eisini verður tannlæknaviðgerð og almenn ferðsla ókeypis hjá ávísum bólkum.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 11:32

Danska stjórnin hevur í dag gjørt avtalu við Eindarlistan og Alternativið um fíggjarlógina fyri 2027.

Eitt av høvuðstiltøkunum er at bøta um fíggjarligu korini hjá pensjónistum.

Fólkapensjónistar við teimum lægstu inntøkunum skulu fáa 1.000 krónur meira um mánaðin. Til hetta verða settar av 2,1 milliardir krónur um árið.

Enn er tó ikki greitt, hvørjir pensjónistar fáa hækkingina.

Peter Hummelgaard, fíggjarmálaráðharri, sigur, at flokkarnir skulu samráðast víðari um ítøkiligu skipanina.

Tað verður bæði inntøkan og ognin hjá pensjónistunum, sum fara at avgera, hvør hevur rætt til eyka peningin. Men inntøku- og ognarmørkini eru ikki ásett enn.

Arne-pensjónin hækkar meira enn 3.000 krónur

Ein onnur stór broyting er, at sokallaða Arne-pensjónin verður hækkað við 3.162 krónum um mánaðin fyri skatt frá 1. januar 2027.

Arne-pensjónin er ein donsk skipan, sum gevur fólki við nógvum árum á arbeiðsmarknaðinum møguleika at fara fyrr frá arbeiði.

Fólk, sum eru fødd í 1963, 1964 og 1965, kunnu eftir nýggju avtaluni fáa upp til fýra ár á skipanini í staðin fyri trý ár, um tey lúka treytirnar.

Hetta verður gjørt við at varðveita lægsta aldurin fyri at fara á Arne-pensjón á 64 árum fyri hesar árgangirnar. Annars skuldi aldursmarkið hækkað til 65 ár á nýggjárinum.

Eisini verða reglurnar um mótrokning í pensjónini linkaðar, so tað verður meira lønandi at arbeiða samstundis sum fólk fáa ávísar pensjónsveitingar.

Ókeypis tannlækni og almenn ferðsla

Fíggjarlógaravtalan hevur eisini fleiri tiltøk, sum skulu lætta um hjá fólki við smáum inntøkum og hjá ungum.

Frá 1. januar 2027 fáa serliga útsettir bólkar ókeypis tannlæknaviðgerð.

Frá 1. juli verða fyritíðarpensjónistar eisini fevndir av skipanini.

Somuleiðis verður almenn ferðsla stigvíst ókeypis hjá ungum.

Frá 1. september 2027 verður ferðslan ókeypis hjá 17–21 ára gomlum, og frá 1. januar 2029 verður skipanin víðkað til øll undir 22 ár.

Ávís undantøk verða tó, millum annað í metroini í Keypmannahavn og á ferðaleiðini um Stórabelt, har gjald framvegis verður kravt á ávísum tíðum.

Fleiri pengar til fátækar familjur

Flokkarnir hava eisini avtalað at seta 250 milliónir krónur av í 2027 til átøk móti fátækradømi og fíggjarligari útsetan.

Eftir hetta verða umleið 150 milliónir krónur settar av um árið.

Pengarnir skulu millum annað brúkast til at hjálpa familjum við smáum inntøkum at rinda útreiðslur í sambandi við skúlagongd hjá børnunum.

Eisini verða fleiri pengar settir av til lummapengar hjá børnum, sum eru sett heiman, og til stuðul til húsaleigu.

Hægri avgjald á stóran arv

Fyri at fíggja tiltøkini verða eisini broytingar gjørdar í skattaskipanini.

Frá 2028 verður loft sett á rentufrádráttin, soleiðis at støk í mesta lagi kunnu draga 150.000 krónur frá, meðan gift og samskattað í mesta lagi kunnu draga 300.000 krónur frá.

Eisini verður eitt eyka arvaavgjald á 15 prosent lagt á tann partin av arvi, sum fer upp um tíggju milliónir krónur.

Samstundis verður botnfrádrátturin hækkaður, so ein størri partur av arvinum verður avgjaldsfríur.

Fíggjarlógaravtalan er fyrsta fíggjarlógaravtalan hjá donsku stjórnini og varð løgd fram á tíðindafundi, sum í løtuni er á Christiansborg.

/Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

18 minuttir síðan
Tíðindi

Myndarøð: Jólatræið í Vágstúni varð tendrað í gjár

42 minuttir síðan
Tíðindi

43 mió. kr. til trygd, heilsu, mentan og ítrótt

58 minuttir síðan
Lesarabrøv

Betri og tryggari karmar til Bólk 5

1 tími síðan
Tíðindi

Spania vel­ur í dag – høgra­vendi Vox kann fáa stjórnar­vald

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum – men sera friðarligt

3 tímar síðan
Tíðindi

Skíggin verður lagdur til viks, og hugflogið sleppur framat

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú ber til at keypa Reyðakrossbonkin

3 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á heimavølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis taptu Føroyar fyri Estlandi í Baltic Cup

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Javnleikurin hjá Hellas Verona í Empoli

12 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

12 tímar síðan