info
Ongi úrslit
© Kylie Cooper/Reuters
Kongressin, sum hevur tvey kømur, Senatið og Umboðsmannatingið, heldur til á Capitol Hill í Washington D.C. Val er til Kongressina 3. november. Savnsmynd

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

Senatið kann góðkenna og vraka ráðharrar. Umboðsmannatingið kann reisa ríkisrættarmál.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 22:15

Tá amerikanarar fara á miðskeiðsval 3. november, velja teir, hvør skal leggja fram og samtykkja nýggjar lógir í landinum. Men eisini hvør skal hava møguleika at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum.

Her er eitt yvirlit yvir heimildirnar hjá Senatinum, Umboðsmannatinginum og forsetanum:

Kongressin

  • Kongressin hevur tvey kømur: Senatið og Umboðsmannatingið.

  • Sum høvuðsregla skulu bæði kømurini samtykkja lóggávu, sum skal galda á samveldisstigi.

  • Bara Umboðsmannatingið kann leggja fram lógaruppskot um almennar inntøkur, eitt nú skattir. Senatið viðger uppskotini og kann broyta tey.

  • Á øðrum økjum kunnu bæði kømurini leggja fram lógaruppskot. Bæði skulu samtykkja sama lógartekst, sum síðani vanliga skal undirskrivast av forsetanum.

  • Bæði kømurini kunnu sostatt forða fyri lóggávu, sum hitt hevur samtykt.

  • Senatið góðkennir ráðharrar, sendiharrar og dómarar á samveldisstigi, sum forsetin tilnevnir.

  • Senatið kann góðkenna ella vraka altjóða sáttmálar, sum forsetin hevur samráðst um.

  • Umboðsmannatingið kann reisa ríkisrættarmál og ákæra forsetan ella onnur embætisfólk fyri embætisbrot.

  • Senatið viðger ríkisrættarmál og avger, um tann ákærdi skal dømast ella frídømast. Fyri at døma krevst, at tveir triðingar av senatorunum, sum eru á fundi, atkvøða fyri tí.

Forsetin og varaforsetin

  • Forsetin tilnevnir sína stjórn, men ráðharrarnir skulu góðkennast av Senatinum. Ráðharrar kunnu ikki samstundis vera limir í Kongressini.

  • Forsetin er bæði ríkisovasti, stjórnarleiðari og ovasti herleiðari.

  • Forsetin undirskrivar lógir og hevur sýtingarrætt. Hann kann eisini náða fólk, sum eru dømd fyri brot á samveldislóggávuna.

  • Varaforsetin verður valdur saman við forsetanum og tekur við forsetaembætinum, um forsetin doyr ella verður koyrdur frá eftir einum ríkisrættarmáli. Varaforsetin kann eisini fyribils røkja embætið, um forsetin ikki er førur fyri tí, eitt nú vegna sjúku.

  • Stendur á jøvnum í eini atkvøðugreiðslu í Senatinum, hevur varaforsetin avgerandi atkvøðuna.

Keldur: BBC, USA.gov, amerikanska uttanríkisráðið, Congress.gov og House.gov.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

1 minuttur síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

26 minuttir síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

32 minuttir síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

1 tími síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

2 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

2 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

3 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

4 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

5 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

6 tímar síðan