info
Ongi úrslit
© Eric Lee/Reuters/Ritzau Scanpix

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

Upplýsingar, sum føra til handtøku og dóm fyri valsvik í USA, skulu lønast við einari millión dollarum, sigur amerikanski forsetin.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 21:36

Amerikanski forsetin, Donald Trump, lovar eina millión dollarar til tann, sum veitir upplýsingar, ið føra til handtøku og dóm fyri valsvik.

Tað skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, í dag.

– Ein og hvør, sum boðar frá valsviki á undanfarnum valum ella á komandi miðskeiðsvalinum í 2026, fær eina millión dollarar, tá tey, sum stóðu aftan fyri svikið, verða handtikin og dømd, skrivar Trump.

Útmeldingin kemur umleið eina viku undan miðskeiðsvalinum í USA 3. november.

Sama dag leggur Trump eisini eftir nýliga hildna forsetavalinum í Brasil. Sambært tíðindastovuni AFP sigur hann, at valið var manipulerað og korrupt.

Sitandi forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, vann valið á høgravalevninum Flávio Bolsonaro.

– Eg tók ikki støðu fyri nøkrum parti, men satt at siga sá tað út sum enn eitt manipulerað val. Tað sá so korrupt út, so ræðuligt, sigur Trump.

Í útmeldingini verður ikki lagt fram próvgrundarlag fyri pástandinum um brasilska valið.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

19 minuttir síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

1 tími síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

2 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

2 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

4 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

5 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

6 tímar síðan