Harry Kane kann nú kalla seg besta mannliga fótbóltsspælaran í heiminum í farna kappingarári.
Mánakvøldið fekk enski áleyparin virðismiklu Ballon d’Or-virðislønina fyri avrik síni í kappingarárinum 2025/26. Handanin var á einum tiltaki í London.
Hetta er fyrstu ferð, at Kane vinnur heiðurin. Hann tekur við eftir Ousmane Dembélé, sum vann í fjør.
Fyrr um kvøldið varð Kane eisini kosin ársins áleypari. Hann skoraði ikki færri enn 61 mál í 51 dystum fyri týska felagið Bayern München.
-
©
Á HM í summar var hann liðskipari hjá enska landsliðnum, sum vann bronsu.
Tað var fyrrverandi brasilski stjørnuáleyparin Ronaldo, sum handaði 33 ára gamla Kane virðislønina.
Tilsamans vóru 30 spælarar tilnevndir. Hundrað fjølmiðlaumboð úr teimum hundrað ovast støddu londunum á heimsstyrkislistanum atkvøddu við at geva tíggju spælarum stig hvør.
Ballon d’Or varð fyrstu ferð latin í 1956. Ein dani hevur vunnið virðislønina: Allan Simonsen í 1977.
-
©
Putellas vann fyri triðju ferð
Hjá kvinnunum vann Barcelona-spælarin Alexia Putellas.
Hetta er triðja ferð, at miðvallarin fær heiðurin. Hon vann eisini í 2021 og 2022.
Danski landsliðsskiparin Pernille Harder var millum tær tilnevndu og endaði á sjeynda plássi.
/Ritzau/
Myndatekstur: Harry Kane fekk mánakvøldið Ballon d’Or-virðislønina á einum tiltaki í London.
Mynd: Toby Shepheard/Ritzau Scanpix