info
Ongi úrslit
© Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Seinasti fundur hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum var 20. august í ár. Á myndini síggjast frá vinstru: Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú Íslands, Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri Noregs, Beinir Johannesen, Føroya løgmaður, Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, Ulf Kristersson, forsætisráðharri Svøríkis, og Jens-Frederik Nielsen, landstýrisformaður (Naalakkersuisut) í Grønlandi. Aftanfyri sæst Karen Elleman, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

Átta norðurlendskir stjórnarleiðarar vilja við felags yvirlýsing verja børn og ung móti tøknirisunum. Okkara landsstýri hevur longu avtalað eitt 15 ára aldursmark á sosialum miðlum.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 22:44

Børn og ung skulu verjast betur móti ávirkanini frá stóru tøknifyritøkunum.

Tað eru átta norðurlendskir stjórnarleiðarar samdir um í eini felags yvirlýsing, sum verður løgd fram í morgin í Helsinki. Yvirlýsingin verður nevnd Marienborg-manifestið, skrivar Politiken sambært Ritzau.

Leiðararnir vísa á, at tøknin ger tað torførari hjá børnum og ungum at hugsavna seg, læra og trívast. Teir vilja tí samskipa lógaruppskot, skifta um hugskot og standa saman mótvegis tøknirisunum.

Sambært yvirlýsingini eru bæði læring, sálarheilsa og menning hjá børnum í váða – og í síðsta enda eisini fólkaræðið og álitið í samfelagnum.

Samgongan vil hava 15 ára aldursmark

Í Føroyum hevur landsstýrissamgongan eisini sett sær fyri at avmarka atgongdina hjá børnum til sosialar miðlar.

Í samgonguskjalinum fyri 2026 stendur:

– Aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar. Snildfon skal úr skúlunum.

Samgongan hevur sostatt bundið seg til bæði eitt aldursmark á sosialum miðlum og at fáa snildfonirnar úr skúlunum.

Í sjálvari orðingini verður tó ikki ásett, nær aldursmarkið skal koma í gildi, ella hvussu tað skal handhevjast.

Danskt aldursmark á veg

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur við Politiken, at tað er ein av týdningarmestu og mest átrokandi uppgávunum at verja børn og ung móti ávirkanini frá tøknifyritøkunum.

Hon vísir á, at fleiri norðurlond arbeiða við strangari reglum og aldursmørkum fyri sosialar miðlar.

Í Danmark hevur ein meiriluti á Fólkatingi gjørt av at seta eitt 15 ára aldursmark. Sambært Ritzau verður roknað við, at tað kemur í gildi 1. juli 2027.

Kjakið um snildfonir og sosialar miðlar hevur millum annað fingið nýggja ferð í sambandi við seinastu Pisa-kanningina.

Hon vísti afturgongd í náttúruvísindum, støddfrøði og lesing tvørtur um norðurlond. Í Danmark vóru úrslitini tey lægstu, síðani landið fyrstu ferð luttók í kanningini í 2000.

Pisa er ein altjóða kanning av førleikunum hjá 15 ára gomlum næmingum.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

0 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

37 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

1 tími síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

2 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

2 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

3 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

4 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

5 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

5 tímar síðan