info
Ongi úrslit

Gleðilig Bakkafrost Jól í Suðuroynni

Bjarni Hammer, valevni fyri Javnaðarflokkin
26. november 2022 kl. 19:04

Tað varð ein ordans jólagáva, starvfólkini hjá Bakkafrost í Suðuroynni fingu. Ríkasta fyritøkan í Føroyum hevur valt at framskunda jólaferiuna og senda øll stavsfólkini í fiskavirkisskipanina, sum gevur starvsfólkunum lítið og onki at halda jól fyri og liva fyri restina av árinum.

Ilt er at fáa eyga á menniskjaliga samhaldssinnið fyri hesi fólk í Suðuroynni, sum eru við til at geva Bakkafrost 300 - 400 mio. kr. árliga.

Jólaboðini vóru ikki tespilig;  ikki veður at fáa tykkum laks suður at arbeiða! – farið heim til einaferð næsta ár og haldið jól við ALS, sum slett ikki er nøktandi!

Hetta er tann ráða kapitalisman, við lítlari virðing fyri fólkinum, sum halda fyritøkuna koyrandi. Bakkafrost hevur væl og virðiliga ráð til at halda fólk í arbeiði og  geva teimum løn árið út.

Hetta ber ikki til. Um tílíkar fyritøkur ikki vilja vísa størri samfelagssinnið, má politiska skipanin endurskoða, um tær skulu varðveita hendan einkarrættin. Hendan einkarættin til allar firðirnar í landinum, sum allir føroyingar eiga! Og sum geva teimum milliarda yvirskot ár um ár, sum í stóran mun verða sendar av landinum.

 

Bjarni  Hammer

Valevni fyri Javnaðarflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Felags umsigtingin hevur stóran týdning

24 minuttir síðan
Fótbóltur

Sjey stig til KÍ og eitt stig til B36

35 minuttir síðan
Tíðindi

Málið er at brúka 3,5 prosent av BTÚ til verju

1 tími síðan
Tíðindi

24 fólk lótu lív á veg heim frá jarðarferð í Kenja

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til NSÍ og fýra stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

3 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

3 tímar síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

5 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

6 tímar síðan