info
Ongi úrslit

Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya

Tvey ár eru liðin síðan Solveig Hanusardóttir Olsen var sett í stjórastarvið í Listasavni Føroya, so nú er tíðin komin, at hennara boð uppá eina tíðarbæra presentatión av føroysku listini verður veruleiki. Og sigast kann alt fyri eitt, at henda nýggja framsýningin er betri enn tann fyrra, skrivar Kinna Poulsen, listaummælari, millum annað.

Dagfinn Olsen
13. september 2026 kl. 18:32

Ein øtiligur gangur av onkrum, sum bankar, borar og smíðar, órógvar tann sæla frið, sum plagar at valda í Viðarlundini. Komin niðanum varnast vit, at larmurin kemur frá Listaskálanum, sum í løtuni er mest sum avmonteraður, meðan hann verður bygdur av nýggjum innanfrá. Líka leggja dunnurnar í – tær gvagga við sama lag og hava longu vant seg við larmin, tí gamli Listaskálin er eitt stórt byggipláss, men í Listasavninum er opið.

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen umrøðu á listaportal.com av nýggju, føstu framsýningini í Listaskálanum.

Tvey ár eru liðin síðan Solveig Hanusardóttir Olsen var sett í stjórastarvið í Listasavni Føroya, so nú er tíðin komin, at hennara boð uppá eina tíðarbæra presentatión av føroysku listini verður veruleiki. Og sigast kann alt fyri eitt, at henda nýggja framsýningin er betri enn tann fyrra, ið fyrrverandi stjórin í Listasavninum, Karina Lykke Grand fyriskipaði. Tá megnaði hon at tvífalda mongdina av framsýndum verkum og at økja um umboðanina av listakvinnum og hetta fekk mong at fegnast, tí so sá mann okkurt nýtt í Listasavnshøpi. Hiðani av Listaportalinum vóru orðini kortini ikki mild um ta løgnu evnisgerð av føroyskari list, sum varð presenterað undir yvirskriftum sum t.d. hav, landslag, dýr, portrett, kroppur osfr - tað tóktist sum eitt ovurhonds foreinklað og í grundini mannminkandi filtur niður yvir føroysku listasøguna. Listasavnið er nóg avmarkað frammanundan bæði geografiskt og temporalt í og við, at savnið einans vísir føroyska myndlist – føroyska listasøgan tekur jú ikki dik á seg fyrr enn í 20.øld. Harumframt er savnið ymisligt av dygd. Hjá einari, sum hevur vitjað at kalla allar listaframsýningar, ið hava verið her um leiðir seinastu tretivu árini, tykist syrgiliga greitt, at tey bestu føroysku listaverkini frá hesari øldini ikki eru á Listasavninum, men heima hjá privatum samlarum. Hetta er galdandi fyri verk hjá t.d. Torbirni Olsen, Zachariasi Heinesen, Rannvá Kunoy, Mariusi Olsen, Hansinu Iversen og fleiri øðrum – ein partur av trupulleikanum stendst av Listastríðnum, tá innkeypið frá eitt nú (heystframsýningar)útbrótarunum steðgaði. Eisini stríðist Listasavnið við at herberga verkum, sum ongantíð hava verið ella nakrantíð verða nóg góð at sýna fram í Listasavninum. Einki av hesum kann núverandi leiðsla ella arbeiðsfólk í Listasavninum lastast fyri, men tey kunnu kortini uppdatera heimasíðuna og tveita mannminkandi tematulkingina av føroyskari listasøgu í gloymskunar hav har hon hoyrir heima (og í sama viðfangi skifta illustratiónina til tóvirki út, tí grafikkur hjá Janusi Kamban er eyðvitað ikki tekstil). Viðvíkjandi verkunum í savninum er spurningurin um okkurt skal broytast við innkeypsháttinum til tess at tryggja, at almenningurin fær tað besta burturúr, skrivar Kinna Poulsen.

Øll umrøðan kann lesast her: Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya — Listaportal

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

20 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Árni gevst á landsliðnum

32 minuttir síðan
Lesarabrøv

Pisa 2026: Tað, sum eg hugsaði

1 tími síðan
Lesarabrøv

Gloymið alt um kommunala útjavning við verandi kommunubygnaði

1 tími síðan
Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

1 tími síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

1 tími síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

2 tímar síðan
Tíðindi

Óli skoraði og legði upp til 12 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Suðuroy er aftur í fremstu røð

2 tímar síðan
Tíðindi

Dagsins Copernicus-mynd: Mógvlendi goymir kolevni í øldir

2 tímar síðan
Hondbóltur

Greiðir sigr­ar til H71 og Stjørn­una - Neist­in vann granna­upp­gerðina

2 tímar síðan
Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

2 tímar síðan