Óli Mittún heldur fast í góðu gongdini í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli í Sydjysk Sparekasse Skansen vann GOG 35-29 á Sønderjyske. Í steðginum var GOG á odda 13-12.
Óli skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og hann var toppskjútti hjá GOG. Óli legði eisini upp til fimm mál. Eitt framúr avrik.
GOG er fremst í deildini við níggju stigum fyri fimm dystir.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu á heimavølli í Djurslands Bank Rønde Arena 32-26 á Kolding. Í steðginum var útiliðið á odda 14-13.
Jóhan skoraði trý mál upp á seks málroyndir.
Skanderborg-Aarhus er nummar trý í deildini við átta stigum fyri fimm dystir.