info
Ongi úrslit

Andras kom og sá og sigraði

Við heimasigri ímóti B36 legði EB/Streymur seinnapartin sjógv millum seg og liðini, sum tað av álvara brennur undir

Jóannes Hansen
13. september 2026 kl. 17:17

Síðsta bríksl hevur verið við Margáir, har EB/Streymur í dag hevði vitjan av B36. Heimaliðið vann 2-1, og tað er sera søtur sigur hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 23 stig. Liðið er á sjeynda plássi við sama stigatali sum AB, ið hevur eitt vet betri málmun. Klokkan 18.30 fer AB at spæla á heimavølli ímóti B68, sum er niðast á talvuni við 15 stigum.

07 Vestur, sum nú klokkan 17.15 fer at spæla heimadyst ímóti KÍ, hevur 18 stig, og Skála ÍF, sum klokkan 18.30 fer at spæla á heimavølli ímóti HB, hevur 21 stig.

B36 legði bragdligari fyri, og eftir fyrra hálvleik var árstalsfelagið frammanfyri 1-0. Fyrrverandi EB/Streyma spælarin Boubacar Dabo átti uppleggið, tá ið miðvallarin Jógvan Kárason Gullfoss í 12. minutti legði gestirnar framum. Hetta var fyrsta málið í Meistaradeildini í ár hjá Jógvani Kárason Gullfoss, sum í fjør fyri fyrstu ferð var málskjútti í bestu deildini. Tað var 9. mars í fjør, tá ið B36 tapti 4-3 í Runavík, at hann skoraði einasta málið í landskappingini í 2025.

Eftir steðgin var EB/Streymur nógv meiri ágangandi. Heimamenninir vunnu fleiri nærdystir enn mótstøðumenninir, og tað gekk nógv fyri seg á B36 hálvuni og í brotsteiginum frammanfyri Silas Eyðsteinsson í B36 málinum.

Tá ið tað restaðu stívliga 20 minuttir javnaði Gestur Bogason Dam, sum eftir flatt innlegg úr høgru frá Búa Egilsson var leysur mitt fyri málinum.

Og so var tað 10 minuttir undan leikloki, at EB/Streymur skoraði 2-1 sigursmálið. Gutti Dahl-Olsen legði við horna innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum stútaði Andras Ólason Olsen bóltin í málið. Liðformaðurin varð skiftur inn í 27. minutti. Hann hevur verið heilt lítið á besta liðnum í ár, tí tað hevur verið torført hjá honum at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg, men í dag átti hann avgerandi leiklut.

FaroeSoccer veit at siga, at hetta var 199. ferðin, at Andras Ó. Olsen var á liðnum hjá EB/Streymi í bestu landskappingini, og í dag var hann málskjútti fyri 14. ferð.

B36 tapið ber við sær, at vánirnar fyri at røkka europeiskt atgongumerki kámaðust ikki so lítið. B36 er á fjórða plássi við 35 stigum. Tað eru tvey stig fram til HB, seks stig fram til KÍ og níggju stig fram til NSÍ, og tað eru tvey stig aftur til Víking, sum nú klokkan 17.15 spælir á útivølli ímóti NSÍ.

Fríggjakvøldið fær B36 vitjan av NSÍ, og leygardagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B68.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

19 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

3 minuttir síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

32 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

1 tími síðan
Tíðindi

Óli skoraði og legði upp til 12 mál

1 tími síðan
Fótbóltur

Suðuroy er aftur í fremstu røð

1 tími síðan
Tíðindi

Dagsins Copernicus-mynd: Mógvlendi goymir kolevni í øldir

1 tími síðan
Hondbóltur

Greiðir sigr­ar til H71 og Stjørn­una - Neist­in vann granna­upp­gerðina

1 tími síðan
Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

1 tími síðan
Tíðindi

Russisk dronu­álop bert 800 metr­ar frá pólska marki­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump biður Zelenskyj gevast við álopum á russiskt diesel

2 tímar síðan
Tíðindi

Birita Ryan sendi KÍ eitt stórt fet nærri meistaraheitinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjasta ferða­manna­skipið hjá Ex­­plora í Havn

4 tímar síðan