Suðuroy eigur aftur umboð í Meistaradeildini. Tað var staðfest seinnapartin, tá ið FC Suðuroy við heimasigri ímóti B71 vann seg upp á 50 stig. Tað eru 14 stig aftur til ÍF, sum hevur verið einasti avbjóðarin til at flyta upp saman við B71. Og tá ið tað eru fýra umfør eftir, so er tað greitt, at FC Suðuroy í 2027 verður í Meistaradeildini.
FC Suðuroy flutti í fjør – saman við TB – niður úr bestu deildini, og nú er tað greitt, at Suðuroy í 2027 verður umboðað í Meistaradeildini við einum liði.
Úrslitið á Vágseiði í dag var 4-1 heimasigur eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.
Eftir upplegg frá Salmundi Bech var tað liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum, tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir, setti hol á. Fimm minuttir undan steðginum var tað Salmundur Bech, sum økti um heimaleiðsluna.
Fyritreytirnar hjá gestunum úr Sandoy at svara aftur versnaðu nógv dygst undan steðginum, tá ið teir vórðu undirmannaðir, tí Jonathan Nielsen Canto sá beinleiðis reytt kort.
Tá ið ein tími var farin, økti FC Suðuroy um leiðsluna til 3-0. Málskjútti var Mattias Dahl Djurhuus.
Fýra minuttir seinni var tað Nicholas Frydenlund Sejr, sum varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin, sum minkaði um munin til 3-1, og 10 minuttir undan leikloki var tað Olivur Renéson Thomsen, sum staðfesti 4-1 sigurin og uppflytingina.
Síðstu lítlu løtuna skifti FC Suðuroy fýra heilt ungar spælarar á vøllin. Tað er staðfesting av, at teir eru nógvir um boðið, nú teir fara at fyrireika seg til avbjóðingina í fremstu røð.
B71, sum er oddalið við 56 stigum, fær fríggjadagin vitjan av EB/Streymi.
Leygardagin fer FC Suðuroy, sum hevur 50 stig, at spæla á útivølli ímóti Víkingi, sum er næstfremst við 51 stigum.