info
Ongi úrslit
Mógvlendi, skógir og landbúnaðarøki kring Pärnu í Estlandi sædd úr rúmdini 7. september. Brúnu økini eru fyri tað mesta mógvendi, meðan tey regluligu reyðbrúnu økini eru veitt lendi, sum verður nýtt til mógtøku. Mynd: European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery

Dagsins Copernicus-mynd: Mógvlendi goymir kolevni í øldir

Dagsins Copernicus-mynd vísir víðfevndu mógvlendini kring býin Pärnu í útsynningspartinum av Estlandi. Hesi øki hava stóran týdning fyri veðurlagið, tí tey kunnu goyma kolevni í sera langa tíð.

Eirikur Lindenskov
13. september 2026 kl. 16:45

Skógir, landbúnaðarøki og stór mógvlendi mynda landslagið kring estiska býin Pärnu. Her eru eisini vátlendini í Soomaa-tjóðgarðinum.

Á dagsins Copernicus-mynd sæst týðiliga, hvussu ymisk økini eru. Skógur og dyrkað lendi síggjast í ymiskum grønum litum, meðan brúnu økini fyri tað mesta eru mógvendi. Tey regluligu reyðbrúnu økini eru hinvegin lendið, sum er veitt og verður nýtt til mógtøku.

Myndin varð tikin 7. september av einum av Sentinel-2 fylgisveinunum hjá Copernicus.

Mógvlendi hevur serligan týdning í stríðnum móti veðurlagsbroytingum. Jørðin er so vatnrík, at plantuleivdir bert verða partvíst niðurbrotnar. Við tíðini hópast tær upp og verða til mógv. Soleiðis verður kolevni bundið og goymt í jørðini í øldir í staðin fyri at enda í lofthavinum sum vakstrarhúsgass.

Men tá mógvlendi verður veitt, kann henda goymslan verða órógvað. ES hevur tí sett mál um at endurskapa veitt mógvlendi, sum verður nýtt til landbúnað.

Fylgisveinamyndir frá Copernicus kunnu brúkast til at fylgja við gróðri, vatnviðurskiftum og broytingum í nýtsluni av lendinum. Á tann hátt kunnu tær eisini vera eitt amboð í arbeiðinum at endurskapa mógvlendi.

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Stór mótmælir um alt Týskland

18 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

13 minuttir síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

34 minuttir síðan
Tíðindi

Óli skoraði og legði upp til 12 mál

35 minuttir síðan
Fótbóltur

Suðuroy er aftur í fremstu røð

37 minuttir síðan
Hondbóltur

Greiðir sigr­ar til H71 og Stjørn­una - Neist­in vann granna­upp­gerðina

1 tími síðan
Tíðindi

Badmintonsambandið havt dómaraskeið

1 tími síðan
Tíðindi

Russisk dronu­álop bert 800 metr­ar frá pólska marki­num

1 tími síðan
Tíðindi

Trump biður Zelenskyj gevast við álopum á russiskt diesel

1 tími síðan
Tíðindi

Birita Ryan sendi KÍ eitt stórt fet nærri meistaraheitinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjasta ferða­manna­skipið hjá Ex­­plora í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Brævatkvøður seinkaðar á svenska valdegnum

3 tímar síðan