Tokið var á veg úr ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv til pólska høvuðsstaðin Warszawa, tá tað varð rakt umleið tveir kilometrar frá pólska markinum, skrivar tíðindastovan AFP.
Pólska tokfelagið PKP Intercity upplýsir, at 206 ferðafólk vóru umborð.
Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, skrivar á X, at Russland tilvitað rakti bæði eitt tok og eina bensinstøð í dronuálopinum.
Eingin hevur latið lív í álopinum, sambært teimum upplýsingum, sum fyribils eru komnir fram.
Tokferðslan millum Ukraina og Pólland hevur stóran týdning, tí hon undir krígnum er ein av høvuðsleiðunum hjá fólki, sum ferðast inn og út úr Ukraina.
Álopið kemur sama dag, sum eitt annað russiskt álop rakti nærindis pólska markinum við ukrainska býin Jahodyn. Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, segði eftir tað álopið, at russiski kríggið nú »bankar beinleiðis á dyrnar hjá ES og Nato«.