Meðan fyrstu úrslitini frá amerikanska miðvalinum komu undan kavi, brúkti Donald Trump fleiri uppsløg á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, til at leggja eftir Fox News.
Amerikanski forsetin heldur millum annað, at hyggjaratalið hjá konservativu sjónvarpsrásini minkar, tí hon brúkar ov nógva tíð upp á Demokratarnar.
Í einum uppslagi, sum varð lagt út, tá fyrstu valstøðini lótu aftur týskvøldið, skrivaði Trump, at Fox News er farið langt niður – ikki hansara vegna, men tí rásin er ímóti honum.
Í einum øðrum uppslagi kallaði hann ein av vertunum hjá rásini »býttan sum hurð«.
Trump skrivaði eisini, at hann mátti gevast at hyggja at fyrstu valsendingunum hjá rásini, tí hann ikki tolir røddina á vertinum.
Eisini veljarakanningin hjá Fox News fekk av at vita. Sambært forsetanum er hon altíð tann ringasta, og Trump heldur, at spurningarnir í kanningini eru fornermandi.
Hann lýsti svarini í kanningini sum málrættað álop og tað reina tvætl.
Savnaðust í Hvítu Húsunum
Stutt eftir uppsløgini um Fox News skuldi Trump vera vertur fyri eini valmóttøku í East Room í Hvítu Húsunum. Millum gestirnar vóru embætisfólk úr stjórn hansara.
Ein ónevndur embætismaður í Hvítu Húsunum lýsti sambært tíðindastovuni AFP hýrin millum gestirnar sum varisliga bjartskygdan.
Trump hevur havt veljarafundir næstan dagliga mánaðin undan miðvalinum. Hann hevur heitt á republikanskar veljarar um at bera seg at, sum stóð hann sjálvur á atkvøðuseðlinum.
Hetta hóast undirtøkan fyri arbeiði hansara sum forseti hevur verið metlág í veljarakanningum.
Meirilutin stendur upp á spæl
Miðvalið avger, um Republikanararnir varðveita valdið í Kongressini. Úrslitið fær tí týdning fyri restina av øðrum forsetaskeiði hjá Trump.
Veljarakanningar hava bent á, at Demokratarnir hava góðar møguleikar at vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum og møguliga eisini í Senatinum.
Í nátt metti greiningarstovnurin Decision Desk HQ, við støði í fyribils valúrslitum, at Republikanararnir missa meirilutan í Umboðsmannatinginum.
Amerikanskir veljarar hava millum annað víst ónøgd við búskapin og kríggið í Iran.
/ritzau/AFP