Í Sarpugerði eru teir av álvara farnir undir at fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Umframt allar hinar, sum fyrr í ár eru farnir av landinum at royna seg í útlendskum fótbólti, so bað miðverjin Arnbjørn Svensson farvæl leygardagin, tá ið tað í Klaksvík endaði við málleysum javnleiki millum KÍ og Víking.
Nú eru tríggir føroyskir spælarar á veg til Víking – ein verjuspælari, ein álopsspælari og ein framrættaður miðvallari – tveir av teimum hava verið á U-21 landsliðnum. Portal.fo og bolt.fo bóru í gjárkvøldið tíðindini um flytingarnar, sum eru á veg.
20 ára gamli verjuspælarin Jónas Prior flytur úr 07 Vestur og til Víking. Hann hevur spælt 60 landskappingardystir í Meistaradeildini, og í fjør var hann fimm ferðir á U-21 landsliðnum. Tá ið 07 Vestur í 25. umfari tapti 1-0 í Runavík, fór Jónas Prior tíggju minuttir eftir steðgin skaddur av vøllinum, og hann var ikki á listanum í tveimum teimum síðstu umførunum.
21 ára gamli álopsspælarin Jóhan Josephsen fer nú at spæla við Víkingi. Hann er uppvaksin í KÍ, og á sumri í 2024 flutti hann til B68, har hann eisini spældi í 2025. Jóhan hevur verið so illa skaddur, at hann ikki var á vøllinum í 2026. FaroeSoccer veit at siga, at Jóhan Josephsen hevur spælt 40 dystir og skorað 9 mál í Meistaradeildini, og hann hevur spælt fýra U-21 landsdystir og skorað tvey mál.
Í fleiri ár hevur tað ljóðað, at Martin Johansen, sum í næsta mánað verður 23 ár, fór at flyta úr barndómsfelagnum á Skála og til Víking, har beiggi hansara Jákup Johansen hevur spælt síðani 2020. Og nú er tað veruleiki, at framrættaði miðvallarin og álopsspælarin Martin Johansen fer at spæla vi Víkingi, har teir eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
FaroeSoccer veit at siga, at Martin Johansen hevur spælt 31 dystir og skorað tvey mál í Meistaradeildini.