info
Ongi úrslit

Djóni Samuelsen hevur gjørt tvey ára sáttmála við B36

Djóni Samuelsen hevur spælt við B68 seinastu tvey árini

Mynd: B36
Heri Á. Simonsen
4. november 2026 kl. 06:15

B36 boðar frá enn einum styrki til komandi kappingarár.

B36 skrivar á facebookvanga sínum:

- Djóni Samuelsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við B36. Havnarmaðurin er sprelskur álopsspælari og verður 20 ár í næstum.

- Eg valdi B36, tí eg haldi, at tað tykist sum eitt gott felag, har tað eru góðir møguleikar at menna seg sum spælari. Eg føli, at hetta er rætta stigið fyri meg, og at eg kann fáa nógv burturúr við at flyta meg í eitt nýtt umhvørvi. Eg havi eisini hoyrt nógv gott um felagið, og eg gleði meg at koma í gongd, koma at kenna nýggju liðfelagarnar og at gerast ein partur av hópinum, sigur hann.

Djóni er uppvaksin í HB, men hevur spælt á Toftum seinastu tvey árini. Hann er skrásettur fyri 46 dystir og fýra mál í bestu deildini, umframt at hann fyrr hevur verið rundanum U21-landsliðið.

- B36 er eitt gott stað fyri meg at taka næsta stigið. Í einum góðum venjingarumhvørvi við høgum krøvum og góðari kapping um plássini vænti eg, at eg kann menna meg nógv. Tað snýr seg um at fáa sum mest burturúr hvørjari venjing, lyfta mítt støði og gerast ein meira komplettur spælari. Eg síggi hetta sum eitt natúrligt stig víðari í mínari menning, sigur Djóni.

Vælkomin, Djóni. Skrivar B36.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

16 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

3 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

4 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

4 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

6 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

7 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

7 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

8 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

8 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

9 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

11 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

11 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

11 tímar síðan