info
Ongi úrslit

Grindaformaður er skelkaður av drápinum í gjár

Hetta kann verða mønustingurin hjá okkum, sigur Heri Petersen, grindaformaður á Skálafjørðinum

Áki Bertholdsen
13. september 2021 kl. 09:43

Eg eri skelkaður av tí, sum fór fram í gjár og eg taki frástøðu frá tí upp á tað kraftigasta. Tað sigur Heri Petersen, sum grindaformaður á Skálafjørðinum. Í gjár vórðu yvir 1.000 springarar hildnir til á Skálafjørðinum, men hóast Heri Petersen er grindaformaður á Skálafjørðinum, fekk hann ongantíð boð um tað – og hann var heldur ikki við í drápinum.

Heri Petersen var ein av oddamonnunum fyri at fáa Skálafjørðin góðkendan sum grindavág, men hann heldur avgjørt, at hatta var betri ógjørt.

Eitt nú vísir hann á, at springararnir vórðu sæddir uttan fyri Húsar í Kalsoyarfirði, men vórðu riknir fram við fleiri hvalvágum, heilt á Skálafjørðin, og bara tað heldur hann er óskiljandi í sær sjálvum.

Men hann heldur eisini, at springararnir vóru so nógvir í tali, at teir skuldu ikki verið hildnir til, tí nøgdin var alt ov stór til at tað kundi vera nakað skil í.

– Tað vóru alt ov fáir grindamenn til alt ov nógvar hvalir og úrslitið var har eftir, tí springarar lógu alt ov leingi og spraklaði í mølini, áðrenn lívið varð tikið av teimum.

Og hann heldur, at teir, sum skipaði fyri hasum drápinum, eiga at verða ábyrgdaðir fyri tað upp á onkran máta.

– Springarar liggja um eitt øki, sum er nógv størri enn tað, sum vit meta er sjálv hvalvágin og hann ivast í, hvussu tað fer at bera til at herberga øllum, so at einki fer til spillis, tí tað kann ikki liggja ov leingi heldur.

Men Heri Petersen heldur kortini ikki, at vit skulu gera tað ólógligt at halda springarum til. Men alt skal vera við máta og í hesum føri var nøgdin so stór, at tað var ómøguligt skipa fyri einum drápi við skili í og tí eigur ein so stór grind ikki at verða hildin til, sigur hann.

Hinvegin heldur hann, at hetta er ein vanlukka fyri okkara umdømi úti í heimi og hann sturir fyri, at hetta kann elva til so stórt trýst á okkum, at tað verður endin á grindadrápinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

25 minuttir síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

30 minuttir síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

1 tími síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

1 tími síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

3 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

4 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

5 tímar síðan