info
Ongi úrslit

Grøni Háskúlin letur ikki upp sum ætlað

Núverandi háskúlalóg tarnar endurupplatingini.

Eirikur Lindenskov
4. september 2024 kl. 06:03

Tíðindaskriv frá Grøna Háskúlanum

Í longri tíð hava tað verið miðvísar fyrireikingar at menna innihaldið á Grøna Háskúlanum fyri at bjóða næmingunum viðkomandi og spennandi skeið, og eftir ætlan skuldi skúlin nú verið opin.

Áhugin hevur verið stórur, tí sjálvsveitning og grøna leiðin er tíðarbær og liggur føroyingum nær at hjarta. Harumframt hevur tað verið áhugi úr útlondum at koma til Føroya at læra, hvussu vit her arbeiða við umhvørvi, innløgumentan og matgerð. Virðini, sum Grøni Háskúlin byggir á, tala til ein breiðan aldursbólk og til bæði leik og lærd.

Arbeitt hevur verið við at lata Grøna Háskúlan upp sambart verandi lóggávu, sum m.a. krevur minst 12 næmingar, sum skulu verða millum 17 og 25 ár, hava lokið 9. floksprógv og sum skulu ganga á skúlanum í minst 16 vikur, har teir m.a. verða undirvístir í føroyskum máli og mentan.

Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí tey passa ikki í smæla lógbundna málbólkin. Tað hevur ikki eydnast at uppfylla formligu krøvini frá mynduleikunum, og skúlin kann tí ikki lata uppaftur nú. Áhaldandi hevur verið víst á, at háskúlalógin ikki er hóskandi og má broytast, og tað verður altso aftur staðfest við hesum.

Ein grønari framtíð við vitan og førleikum

Tað er alsamt størri tørvur á Grøna Háskúlanum, bæði vegna broyttu heimsmyndina, har størri krøv eru til matsjálvbjargni og tørvinum á heilsugóðum umhvørvisvinarligum mati, men eisini vegna eitt fólksligt ynski um dygdarvitan og førleikar um matframleiðslu og tilgerð.

Føroyar eru eitt matframleiðandi land við egnari matmentan. Á Grøna Háskúlanum er tann grøna burðardygga framtíðin rótfest, sum byggir á egið tilfeingi og staðbundna mentan. Her kann framleiðast nógv meira av heilsugóðum vælsmakkandi mati. Áhugin fyri at nema sær kunnleika innan hetta økið er breiður, alt frá ungum barnafamiljum til stovnskøksfólk og matframleiðarar, men hetta passar sum er ikki inn í verandi háskúlalóg.

Grøni Háskúlin vil nýta høvi at takka Fíggjarnevndini, Barna- og útbúgvingarmálaráði, Sands Kommunu, Miðstovugarði, Uttarstovugarði, MOWI, Articon, Ísansgarði og Poul Clementsen fyri dyggan stuðul í arbeiðinum og annars øllum, ið hava sýnt okkum vælvilja í arbeiðnum at skapa eina grønari leið fyri framtíðina.

Samband
Meira kunning fæst eisini á heimasíðuni www.gronihaskulin.fo og á instagram https://www.instagram.com/groni.haskulin og facebook https://www.facebook.com/groni.haskulin ella skriva til [email protected].

 

Grøni Háskúlin á Sandi

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

6 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Landsliðsmálverjin bjargaði trimum brotskøstum

1 tími síðan
Hondbóltur

Skuru tapti fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

3 tímar síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

4 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: H71 vann samlaðan 19-málssigur

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann eisini seinna dystin móti HB Dudelang

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fernandes: Ronaldo er størsta ímyndin av Portugal

5 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

6 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

6 tímar síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

7 tímar síðan