info
Ongi úrslit

Skuldsett fyri at hava serverað løgregluni gamlan høsnarunga

Hendingin fór fram undir jarðarferðini hjá Haraldi, kongi, í september

Myndin er tilvildarlig
Vilmund Jacobsen
2. oktober 2026 kl. 11:40

Ein kvinna í 30-árunum varð handtikin og seinni skuldsett fyri at hava serverað løgregluni gamlan og útgingnan høsnarunga.

- Hendingin fór fram undir jarðarferðini hjá Haraldi, kongi í Noregi í september, veit norska kringvarpið - NRK - at siga í dag.

Eftir hendingina fekk kvinnan eisini fótin á hotellinum í Oslo, har hon var í starvi.

NRK veit at siga, at nú er málið og soleiðis eisini skuldsetingin móti kvinnuni kortini slept.

- Kanningararbeiðið hevur ikki staðfest, at nakar gjørdist sjúkur eftir at hava etið høsnarungan, sum borðreitt varð við.

Marion Berg Hauge, løgregluadvokatur í Oslo, sigur, at sambært samlaðu próvbyrðuni er tað ikki prógvað, at kvinnan serveraði útgingnan høsnarunga fyri at órógva arbeiðið hjá løgregluni.

Verjin hjá kvinnuni, Julie Conradi Larsen, sigur við Verdens Gang, at tey halda avgerðina hjá løgregluni vera rætta.

- Kvinnan skuldi ongantíð verið handtikin og skuldsett í heila tikið.

Verjuadvokturin heldur, at málið skuldi verið slept við teirri grundgeving, at einki revsivert er farið fram.

Tað sigur Julie Conradi Larsen við Verdens Gang, og norska kringvarpið endurgevur eisini søguna úr VG.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

24 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

32 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

49 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan