Valhølini eru opin í USA, har veljararnir í dag skulu velja allar 435 limirnar í Umboðsmannatinginum og ein part av limunum í Senatinum.
Demokratarnir hava undanvind í fleiri veljarakanningum og vóna at taka meirilutan frá republikanarunum. Eydnast tað teimum at vinna annað ella bæði kømurini, verður truplari hjá Trump at fáa sín politikk samtyktan.
Sambært ABC News høvdu fleiri enn 57 milliónir amerikanarar longu atkvøtt undan sjálvum valdegnum.
Enn eru eingi valúrslit komin. Fyrstu valhølini lata aftur um klokkan 23 føroyska tíð í kvøld, og úrslit fara at koma í nátt. Tað kann tó taka fleiri dagar, áðrenn greitt er, hvør fær meirilutan í Kongressini.