Fyri at tryggja, at ongin kemur í høllina til fánýtis verður ongin søla við dyrnar í annaðkvøld, men einans á netsøluni, ið fer fram á www.tjarnir.fo.
Dyrnar við Tjarnir lata upp kl. 17.00 í morgin. Í høllini verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt at eta og drekka, eisini verður andlitsmáling, søla av fjepparalutum og tónleikur.
Roknast kann við, at nógv ferðsla verður til høllina, tí er umráðandi, at áskoðarar møta í góðari tíð, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum undan dystinum.