info
Ongi úrslit

Melania Trump vil samla Russland og Ukraina í Hvítu Húsunum

Í oktober var Melania Trump við til at fáa í lag eina avtalu um vápnahvíld í einum ukrainskum býi, Olesjky har suðuri í Ukraina, sum Russland hevur hertikið

Vilmund Jacobsen
3. november 2026 kl. 13:28

Amerikanska forsetafrúan, Melania Trump, fer at samla umboð fyri Russland og Ukraina í Hvítu Húsunum hin 5. november.

Tað verður upplýst úr Hvítu Húsunum í dag.

- Henda hending verður ein serllig løta í amerikanskari søgu, verður sagt í tíðindaskrivinum úr Hvítu Húsunum.

Í oktober var Melania Trump við til at fáa í lag eina avtalu um vápnahvíld í einum ukrainskum býi, Olesjky har suðuri í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.

Avtalan skuldi tryggja neyðhjálp til íbúgvarnar og gera tað møguligt hjá sivilfólki at flyta úr krígsherjaða økinum.

Vápnahvíldin var galdandi frá 27. oktober og vardi í seks dagar fram til sunnudagin hin 1. november.

Sambært Melania Trump sluppu út við 800 sivilfólk úr krígsherjaða økinum í hesum tíðarskeiði.

Tv2.no skrivar, at ætlandi verður USA eisini við sum meklari í samráðingum millum Russland og Ukraina í Abu Dahbi í næstu viku.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

15 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

20 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

20 minuttir síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

27 minuttir síðan
Tíðindi

Elisabeth Petersen vann bilin

42 minuttir síðan
Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

2 tímar síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

3 tímar síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Tøkni eigur at stuðla undir okkara menning

4 tímar síðan
Lýsingagrein

Takið kann lækka elrokningina

4 tímar síðan