info
Ongi úrslit
© Nir Elias/Reuters
Donald Trump og Benjamin Netanyahu á eini valplakat undan ísraelska tjóðartingsvalinum síðst í oktober. Trump boðaði stutt undan valinum frá stuðli sínum til Netanyahu. (Savnsmynd)

Trump sigur seg steðga milli­arda­stuðli­num til Ísraels

USA fer við ársenda at steðga fasta árliga stuðlinum á fýra milliardir dollarar til Ísraels, sigur Donald Trump. Galdandi avtalan um hernaðarstuðul gongur tó ikki út fyrr enn við árslok næsta ár.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 17:49

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA eftir 2026 ikki longur fer at lata Ísrael eina fasta upphædd á fýra milliardir dollarar um árið. Tað svarar til umleið 27 milliardir krónur.

Tað sigur hann við Fox News sambært Reuters.

Sambært Trump er avgerðin tikin í samráði við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.

– Bibi Netanyahu og eg avtalaðu fyri fleiri mánaðum síðani, at vit steðga hesum, sigur Trump.

Hann leggur tó dent á, at USA framvegis fer at hjálpa Ísrael, um tørvur verður á tí.

Enn eingin viðmerking úr Ísrael

Eingin viðmerking er komin til útsøgnina frá skrivstovuni hjá Netanyahu hevur í dag.

Ísraelski miðilin Times of Israel vísir á, at galdandi tíggju ára avtalan millum londini um hernaðarstuðul á 3,8 milliardir dollarar um árið ikki gongur út fyrr enn við árslok 2027.

Sambært miðlinum hevur Netanyahu fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at minka amerikanska stuðulin niður í einki, men at hetta skal gerast yvir tíggju ár.

Útsøgnin hjá Trump fellur sostatt ikki saman við tíðarætlanini í galdandi avtalu.

Stuðulin elvir til kjak

USA er nærmasti sameindi hjá Ísrael og hevur ígjøgnum søgu landsins verið ein avgerandi fíggjarligur stuðul.

Seinastu árini hevur stuðulin tó elvt til kjak í USA. Serliga millum demokratiskar veljarar hevur atfinning verið móti stuðlinum í sambandi við ísraelska krígsførsluna í Gaza.

Eisini í egnum baklandi hjá Trump hevur verið atfinning. Fleiri republikanarar hava kravt, at USA í størri mun raðfestir trupulleikar heima heldur enn at senda pengar av landinum.

Útsøgnin kemur sama dag, sum amerikanarar eru á miðvalið. Republikanararnir hava meiriluta í báðum kømurunum í Kongressini, men kunnu missa hann á valinum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

19 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Onki Merki – Onki “Tú altfagra land mítt” til OL í Los Angeles í 2028

3 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

54 minuttir síðan
Tíðindi

Málini móti Bakkafrosti eru fyrnd

1 tími síðan
Hondbóltur

Eingin søla við dyrnar

1 tími síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

2 tímar síðan
Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

2 tímar síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

4 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Elisabeth Petersen vann bilin

5 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump vil samla Russland og Ukraina í Hvítu Húsunum

5 tímar síðan
Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

6 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

7 tímar síðan