info
Ongi úrslit

Markleys Útbúgving størri enn nakrantíð

Umleið 1.100 næmingar úr fólkaskúlanum og miðnámi vitjaðu Markleys Útbúgving 28. oktober, tá ið útbúgvingarráðstevnan á fyrsta sinni var við Tjarnir í Hoyvík.

Eirikur Lindenskov
3. november 2026 kl. 16:15

Heili 35 framsýnarar úr Føroyum og útlondum kunnaðu um útbúgvingar, lærupláss og starvsmøguleikar. 
Frá morgni til kl. 14.30 var dagurin ætlaður næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum og næmingum á triðja ári á miðnámi. Næmingarnir vitjaðu básar, royndu ymiskt og lurtaðu eftir fyrilestrum.  
Tiltakið er vaksið munandi. Undanfarnu árini hevur Markleys Útbúgving verið í Norðurlandahúsinum við umleið 15 básum. Í ár vóru 35 framsýnarar, millum annað miðnámsskúlar, føroyskar fyritøkur, sum bjóða lærupláss, og hægri útbúgvingarstovnar úr Føroyum og útlondum. 
Kl. 14.30 endaði næmingadagurin við einari konsert við Bjarka V. Trondesen, sum mong munnu kenna frá sendingini Hoydalar. Samstundis lótu dyrnar upp fyri almenninginum. Vegleiðingarstovan takkar øllum næmingum, lærarum, vegleiðarum, framsýnarum, fyrilestrarhaldarum og samstarvspørtum fyri teirra góða íkast til tiltakið. 
Markleys Útbúgving var fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum 3. desember 2003. Endamálið er at geva ungum betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.

Her hoyrist um Markleysa Útbúgving, sum var í tíðindunum í KVF 28. oktober.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum. Fleiri myndir síggjast her.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

18 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

23 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Fleiri tíðindi

Tíðindi

USA velur: Valdið hjá Trump stendur upp á spæl

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Føroyar hava eina óvanliga stóra favorittstøðu

3 tímar síðan
Tíðindi

Elisabeth Petersen vann bilin

3 tímar síðan
Tíðindi

Melania Trump vil samla Russland og Ukraina í Hvítu Húsunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Órógvandi bumbuhóttanir

5 tímar síðan
Fótbóltur

Mattias flytur upp við Strømsgodset - og er valdur á vikuliðið

5 tímar síðan
Tíðindi

Stórt vatn í Grikkalandi er nærum horvið

5 tímar síðan
Tíðindi

Bumbuhóttan móti flog­fari: Flog­vøll­ur í Pól­landi stongdur

5 tímar síðan
Tíðindi

Føroysk bók vinnur amerikanska virðisløn

6 tímar síðan
Tíðindi

Lítlifløttur á Strondum hátíðarheldur 20 ára dag

6 tímar síðan
Tíðindi

Sýslumenn á fund um at taka løgregluna undir føroyskt ræði

7 tímar síðan