info
Ongi úrslit

TEENS á Naxos

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 20:28

Naxos, eitt av heimsins fremstu útgávufeløgum innan klassiskan tónleik, gevur 13. novembur út verkið TEENS - Questions for Teenagers eftir Teiti Lassen, har eisini føroyskir tannáringar luttaka. 

Teitur hevur skrivað verkið til kamarorkestrið Ensemble Midtvest. Talan er um 18 sangir sum eru sprettir úr samrøðum við tannáringar í norðanlondum, millum annað við næmingar á Glasi. 

Fýra føroyskir tannáringar eru upplesarar í verkinum, afturat íslendsku songkvinnuni Ólöf Arnalds og songkvinnuni Nive Nielsen úr Grønlandi, ið syngja saman við Teiti. Verkið er innspælt í Norðurlandahúsinum og í Hoydølum.

Tvey støkløg: “I Dress Like My Sister” og “Confused” eru longu at hoyra á stroymingartænastum. 

Naxos var stovnað í 1987 fyri at leggja dent á útgávur við meira ókendum orkestrum, verkum og dirigentum. Í dag er tað heimsins størsti sjálvstøðugi útgevari at klassiskum tónleiki, við tí eyðkenda hvíta fløgu-húsanum. Naxos er serliga kent fyri upptøkur av Vivaldi, Sibelius og Shostakovic.

Mynd: Leit/Finnur Justinussen

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

36 minuttir síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

1 tími síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

6 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

6 tímar síðan