info
Ongi úrslit

Oxford Street verður gongugøta

Nærum ein kilometur av kendu handilsgøtuni í London er nú stongdur fyri akførum. Endamálið er at fáa meira lív í handilin.

Eirikur Lindenskov
26. oktober 2026 kl. 20:14

Ein nærum kilometur langur teinur av Oxford Street í London er mánadagin gjørdur til varandi gongugøtu.

Bussar, hýruvognar, bilar, súkklur og onnur akfør skulu sostatt víkja fyri fólki til gongu á hesum partinum av kendu handilsgøtuni.

Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá bæði handlum og viðskiftafólkum.

Borgarstjórin í London, Sadiq Khan, sigur, at endurnýggjanin skal skapa arbeiðspláss og búskaparvøkstur í bretska høvuðsstaðnum.

Handlarnir á Oxford Street hava havt tað trupult síðani koronufarsóttina, samstundis sum alsamt fleiri keypa á netinum. Fleiri kendir handlar, millum annað House of Fraser og Topshop, eru latnir aftur.

Sambært borgarstjóraskrivstovuni hevur gøtan kortini umleið eina hálva millión vitjandi um dagin.

Gongugøtan er bert ein partur av ætlanunum fyri økið. Í 2027 skulu millum annað fleiri enn 50 trø plantast, 100 sitipláss gerast og tvey almenn torg skipast. Eisini skulu ljós og skelting betrast.

Fram móti jólahandlinum verður tó bert avmarkað byggiarbeiði á gøtuni.

/Ritzau/Reuters/

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

37 minuttir síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

54 minuttir síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava nýggja ætlan móti kynsligum brotsverkum

3 tímar síðan
Tíðindi

Keypið av Biritu er hjá Kapp­ing­ar­eftir­liti­num

3 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til AB og fýra stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer nú at klippa nummarplátur av 629 bilum

4 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: 470 sessir skulu býtast í Kongressini

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til EB/Streym

5 tímar síðan
Tíðindi

Stena AB gjørt avtalu um at keypa Color Line

6 tímar síðan
Tíðindi

Wolfgang í Gulu Smiðju

6 tímar síðan