info
Ongi úrslit

Heiður til ungan LGBT+ drong

Heiðrikur markerar 10 ár av Funeral við nýggjari framførslu av “Boy” Í ár eru 10 ár síðani fløgan hjá Heiðriki á Heygum, Funeral, kom út.

Dagfinn Olsen
15. oktober 2026 kl. 22:07

Til minnis um ársdagin gevur Heiðrikur út eina nýggja framførslu av einum av teimum mest persónligu sangunum á fløguni, “Boy”.

“Boy” varð skrivað sum ein heiður til ein ungan LGBT+ drong, sum doyði alt ov ungur. Í lívinum varð hann harðliga happaður fyri at vera øðrvísi, eisini av limum í kristna samfelagnum, sum dømdu og fordømdu hann. Enn eftir knappliga deyða hansara stóðu nøkur av teimum somu fólkunum í fremstu røð við jarðarferðina.

Sangurin varð føddur av pínuni og hyklarínum í teirri løtuni.

Tíggju ár seinni er “Boy” framvegis bæði ein heiður til tann unga, sum er kjarnin í sanginum, og ein áminning um nakað pínliga einfalt: vælvild skal ikki koma, eftir at onkur er farin, verður sagt í tíðindaskrivi.

Nýggja útgávan av “Boy” er ætlað teimum, sum hava kent seg skammað, óynskt ella skeiv fyri at vera øðrvísi, og til týdningin av at skapa rúm fyri fólki at liva opið og uttan ótta fyri dómi.

Lurta eftir Boy

Útgivið 14. oktober 2026 av Plátufelagnum Tutl

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

30 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

1 tími síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

1 tími síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

4 tímar síðan