info
Ongi úrslit

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

Sjúkrahúsverkið í Føroyum hevur umleið 30 sergreinar, ið skulu mannast við serlæknum. Av hesum umleið 30 sergreinum eru bert tríggjar sergreinar, ið eru fullmannaðar, um støði verður tikið í dimensioneringsætlanini frá 2024. Dimensioneringsætlanin frá 2024 ásetur, hvussu nógvir serlæknar eiga at vera í hvørjari sergrein, ið er umboðað í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Jan Rasmussen
13. oktober 2026 kl. 07:25

Medisinski Depil hevur 16 sergreinar, ið fevna um hjartasjúkur, lungnasjúkur, nýrasjúkur, krabbasjúkur, húðsjúkur v.m. Depilin hevur í dag 25 serlæknar, men tørvurin er 48 serlæknar, um serøkini skulu vera nøktandi mannaði. Medisinski Depil hevur valt at taka avbjóðingina at manna serøkini í álvara og hevur tískil seinastu árini verið í tilgongd at útbúgva serlæknar til serøkini, ið eru undirmannaði.

Hetta arbeiðið fer nú at síggjast aftur. Í komandi ári verða tríggir læknar útbúnir serlæknar, ið hava tikið ein týðandi part av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum. Talan er um serlæknar innan endokrinologi (t.e. diabetes og hormonsjúkur) innan geriatri (t.e. eldrasjúkur) og innan hjartasjúkur.

Hetta eru sjúkuøki, ið hava átrokandi tørv á fleiri serlæknum, tí sjúklingarnir og uppgávurnar eru so nógvar, at tað er trupult fáa endarnar at røkka saman við verandi manning.

Avbjóðingin er tó, at verður eingin peningur tøkur í einari serlæknapulju í komandi ári, so verður ikki møguligt at seta nýggju serlæknarnir innan serøkini, ið hava ein átrokandi tørv. Og so er vandi fyri, at føroyska sjúkrahúsverkið og føroyska samfelagið missa hesar serútbúnu føroyingarnar av hondum til útlandið.

Eitt føroyskt sjúkrahúsverk, ið dúvar uppá útlendskar vikarar, tí tað ikki ber til at seta staðbundnar serlæknar, er eitt sjúkrahúsverk, ið ikki kann hava ein skynsaman rakstur. Fyri at fáa eitt sjúkrahúsverk, ið veruliga hvílir í sær sjálvum, er neyðugt at tryggja, at staðbundna manningin er í lagi.

Tað krevur eitt áhaldandi arbeiði – har ikki ber til at steðga á. Og tað krevur áhaldandi íløgur í útbúgving og størv í føroyska sjúkrahúsverkinum heldur enn at skorið verður so nógv inn á bein, at ikki ber til at gera neyðugu framstigini, ið mugu gerast fyri at fylgja við.

Føroyska samfelagið má geva føroyska sjúkrahúsverkinum hægstu raðfesting, um vit ynskja at Sjúkrahúsverkið skal vera á hædd við sjúkrahúsverkini í grannalondunum – nakað, ið vit eiga og mugu stremba móti.

Jan Rasmussen

Leiðandi yvirlækni, PhD

Medisinski Depil

Landssjúkrahúsið

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

19 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

15 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

7 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

7 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

9 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

10 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

11 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

11 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

12 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

12 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

13 tímar síðan