Hetta gerst eisini greitt í býarmyndini, har tað er vorðið alsamt vanligari at síggja fólk á súkklu, og at fleiri súkklulað eru sett upp ymsastaðni í býnum fyri at nøkta hendan tørvin. Hetta er ein gleðilig menning, og vit vóna at súkklararnir bara fara at gerast fleiri. Men ein slík menning krevur eisini eina menning av einari súkklumentan og betraðum súkkluumstøðum sum heild. Tí er tað sera gott, at tingkvinnan Sunnvá Dahl Høgfeldt hevur sett landsstýrismanninum í ferðslumálum, Jacob Vestergaard, fyrispurning um ferðslureglur fyri elsúkklur í Føroyum. Hon vísir serliga á, at alsamt fleiri ung eru at síggja á elsúkklum, og hon leggur dent á, at hesar kunnu vera vandamiklar og hava skapt ferðsluóhapp í útlondum.
Tað er gleðiligt at tann vaksandi súkklumentanin í Føroyum eisini fær politiskan áhuga. Tí okkum tørvar greiðari reglur fyri hvussu súkklur og elsúkklur skulu ferðast í ferðsluni, og serliga hvussu skjótt tær skulu sleppa at koyra. Vanligar elsúkklur eftir standardum, sum vit kenna frá Danmark, eru ikki ein trupuleiki, og tað eru tær man sær flest av í býnum. Á teimum elsúkklunum kann man í mesta lagi fáa hjálp upp til 25km/t. og hava í mesta lagi 250w. Elmotorurin er bert ein hjálp til mótbrekkurnar, og sum kemur sera væl við hjá nógvum fólkum. Men tað eru summar elsúkklur - sokallaðar “fatbikes” - sum eru vorðnar eitt problem í útlondum, tí hesar kunnu tunast og sostatt koyra alt ov skjótt. Tær eru í nógvum førum líkari skutarum enn súkklum, og eru ofta serliga populerar millum ung fólk. Vit hava serliga tørv á lóggávu í Føroyum til hetta slagið av tunaðum elsúkklum.
Vit í felagnum fyri súkklarar og ábæra ferðslu vilja tískil viðmerkja hetta kjakið, og siga at vit fegnast um størri fokus á súkkluferðslu og greiðari reglur fyri ferðslutrygd og hámarksferð. Vit vilja leggja dent á, at tað fyrst og fremst er ein góð menning, at vit síggja fleiri á súkklu – eisini elsúkklu. Mótvind og brekkur kenna vit alt til í Føroyum, og elsúkklur gera tað munandi høgligari hjá fleiri at velja súkkluna til tá veðrið ikki er tað fagrasta, ella tá niðanbrekkurnar eru nógvar. So lat okkum minnast til at gleðast saman um hesa menningina, og at samstundis virka fyri, at við hesari menningini mugu fylgja betraðar umstøður, har ímillum greiðari ferðslureglur.
Leinkja til frásøgn um Hjólveltingina: https://in.fo/grein/hjolvelting-eitt-afturvendandi-sukklutiltak
Vegna felagið fyri súkklarar og ábæra ferðslu,
Guðrun í Jákupsstovu og Rói Alexander Skarðenni