info
Ongi úrslit

Heri styrkir um Europakósina hjá HB

HB er frammanfyri 1-0, nú fyrri hálvleikur er liðugur í Montenegro

Jóannes Hansen
27. juli 2021 kl. 19:47

Tað er alt, sum bendir á, at HB verður við í lutakastinum, tá ið tað í næstu viku fer at verða drigið um, hvør skal møta hvørjum í Europa Conference League.

Nú fyrri hálvleikur er liðugur í øllum hitanum suðuri í Montenegro, er støðan 1-0 til HB, sum harvið samantalt er frammanfyri 5-0.

Heimaáskoðararnir góvu til kennar, nú tað varð bríkslað fyri, at fyrri hálvleikur var liðugur, at teir als ikki eru nøgdir við avrikið hjá heimaliðnum.

Málið skoraði Heri Hjalti Mohr, tá ið tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Mikkel Dahl var staddur mitt fyri og ein metur uttanfyri brotsteigin, tá ið hann spældi í høgru til Hera Hjalta Mohr, sum úr eitt sindur spískum sendi bóltin millum beinini á málverjanum og í handara síðunetið.

Hjá HB snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna samantalt. Sum tíðin fer, styrknað fyritreytirnar hjá HB, ið eftir fyrra dystin var frammanfyri 4-0.

Heimaliðið hevur verið meiri í álopsstøðu, men HB hevur fult og heilt tamarhald á verjupartinum, og so eydnaðist tað HB at skora, tá ið føroyska liðið spældi seg til fyrsta rættiliga málmøguleikan.

At hitin er so nógvur, sum hann er, er orsøkin til, at norðurírski dómarin miðskeiðis í fyrra hálvleiki bríkslaði fyri steðgi, so spælararnir fingu høvi at drekka vatn.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Turkur tømir størsta vatngoymsluvatnið í Cornwall

12 minuttir síðan
Fótbóltur

Steinar er nýggjur formaður á Skála

57 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit hava hvønannan

1 tími síðan
Tíðindi

Mette Fred­erik­sen: ES-stovn­ar­nir skulu standa í mið­depl­i­num

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt stig móti tryggari farleið

1 tími síðan
Tíðindi

Bilar ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð

1 tími síðan
Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

1 tími síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í felags yvirlýsing um talgilt sjálvræði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Eitt samfelag verður mátað eftir, hvussu vit taka okkum av teimum veikastu

2 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Leirvík

2 tímar síðan