Mette Frederiksen hevur ikki ætlanir um at gerast høvuðsumboð hjá Evropa í møguligum samráðingum um vápnahvíld og frið í Ukraina.
Tað sigur danska forsætisráðfrúan á einum tiltaki á Københavns Universitet í dag, har hon tekur lut í einari samrøðu saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
TV 2-journalisturin Rasmus Tantholdt, sum leiðir samrøðuna, spyr hana, um hon vil vera »røddin hjá Evropa« í samráðingunum.
– Nei. Eg eri vónandi ein partur av røddini hjá Evropa. Men stovnar okkara skulu standa í miðdeplinum í tí arbeiðinum, sigur Mette Frederiksen sambært Ritzau.
Evropeisku londini umrøða í løtuni, hvussu Evropa skal taka lut í friðartilgongdini.
Sambært forsætisráðfrúuni verður hetta eisini eitt evni á komandi fundum millum leiðararnar.
– Vit fara at umrøða tað í kvøld og seinni í Dublin, sigur Mette Frederiksen.
Ritzau