info
Ongi úrslit

Føroyar við í felags yvirlýsing um talgilt sjálvræði

Talgilt sjálvræði, atgongd til danskar talgildar tænastur við Samleikanum og samstarv um vitlíki vóru á skránni, tá Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var á norðurlendskum og baltiskum ráðharrafundi í farnu viku.

Eirikur Lindenskov
10. november 2026 kl. 14:21

Landsstýrismaðurin var saman við danska ráðharranum vertur fyri ráðharrafundinum um talgilding, MR-Digital, tí Føroyar og Danmark deila formansskapin í ár. Londini samtyktu eina felags yvirlýsing um at styrkja talgilt sjálvræði og gerast minni bundin at fáum stórum tøkniveitarum. Samstarvið skal millum annað fevna um cloudloysnir, trygd kring sjókaðlar og menning av talgildum førleikum.

Norðurlond og baltisku londini eru millum fremstu lond í talgilding og hava nógv felags virði og áhugamál. Hvørt sær eru londini lutfalsliga smá, men saman kunnu tey hava eina sterkari rødd mótvegis altjóða tøknirisum og vera við til at seta krøv og vísa vegin fyri talgildu menningina í Evropa.

Loysnir til føroyskan tørv

Føroyar fóru fyri nógvum árum síðan undir at menna egið talgilt undirstøðukervi. Tað arbeiðið hevur borið ávøkst. Við loysnum sum Samleikanum og Heldini hava vit í dag eitt undirstøðukervi, sum lýkur høg altjóða krøv til KT-trygd og ger ein talgildan gerandisdag møguligan hjá fólki, vinnu og myndugleikum.

Landsstýrið vil byggja víðari á henda grundvøll við loysnum til føroyskan tørv, sum lúka altjóða krøv.

Samleikin í Danmark

Á fundi við Christina Egelund, danska ráðharran við ábyrgd fyri talgilding, heitti landsstýrismaðurin á donsku stjórnina um at raðfesta arbeiðið at fáa Samleikan formliga góðkendan í Danmark. Endamálið er, at føroyingar kunnu brúka Samleikan til danskar talgildar tænastur, t.d. at søkja um SU, avgreiða pensjónsviðurskifti og fáa atgongd til heilsuupplýsingar í sambandi við viðgerð í Danmark.

Ráðharrin vísti vælvild og boðaði frá, at hon fór at heita á Digitaliseringsstyrelsen um at taka samskiftið við føroysku myndugleikarnar uppaftur.

Heildarætlan fyri vitlíki verður løgd fram 24. november

Landsstýrismaðurin luttók eisini á ráðstevnu hjá New Nordics AI um samstarv um vitlíki. Í Føroyum hevur landsstýrið umvegis Talgildu Føroyar eina heildarætlan fyri vitlíki í umbúnaði, sum verður løgd fram 24. november.

– Samstarvið gevur okkum størri ávirkan og atgongd til vitan og royndir, sum vit hava brúk fyri í Føroyum. Vit skulu sjálvi seta kósina og lata føroyskan tørv og virði stýra. Vitlíki skal hjálpa okkum at loysa avbjóðingar, styrkja vælferðina og menna føroyska málið og vinnuna. Tað er endamálið við heildarætlanini, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Her er EM-hópurin hjá Danmark

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Kalsoyartunnilin má ikki seinka Vestmannatunlinum

23 minuttir síðan
Tíðindi

Samrøðurnar í Abu Dhabi eru lidnar fyri í dag

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Eitt samfelag verður mátað eftir, hvussu vit taka okkum av teimum veikastu

31 minuttir síðan
Tíðindi

Jólahugni í Leirvík

50 minuttir síðan
Tíðindi

Sigurð í Jákupsstovu settur sum stjóri á Vørn

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

1 tími síðan
Lesarabrøv

ARGIR 198 ½

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv børn verða ikki liðugt koppsett

1 tími síðan
Tíðindi

Aksel vil hava rentu av rentu

2 tímar síðan
Tíðindi

Nasa søkir astronautar sum vilja búgva á mánanum

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj verð­ur fyrsti út­lendski ríkis­leið­ar­in at tala í fólka­tings­sal­inum

2 tímar síðan