Trípartasamrøðurnar millum Ukraina, Russland og USA, sum hava verið í Abu Dhabi, eru nú lidnar fyri í dag.
Russiska tíðindastovan Interfax veit frá russiskum keldum at siga, at samrøðurnar "heilt vist" fara at halda fram í morgin.
- Sama sigur ukrainska sendinevndin sambært Reuters.
Higartil er einki frætt um, hvussu samrøðurnar í dag hava gingið - ei heldur, hvat samrøðurnar higartil hava snúð seg um.