info
Ongi úrslit
© Wojtek Radwanski/Ritzau Scanpix
Franskir hermenn taka lut í einari stórari hernaðarvenjing í landsynningspartinum av Póllandi um vikuskiftið. Umleið 2.800 hermenn úr tíggju evropeiskum londum luttaka í venjingini, sum fer fram samstundis sum russiskar rakettir og ein drona hava brotið pólskt loftrúm.

NATO: Vit fara at verja hvønn einasta metur av Póllandi

Eftir at russiskar rakettir og ein drona komu inn í pólskt loftrúm fríggjadagin, ger NATO-aðalskrivarin Mark Rutte greitt, at verjusamgongan fer at verja alt pólskt landøki. Pólskir myndugleikar hava nú staðfest, at ein av rakettunum var ein russisk rakett av slagnum CH-101.

Eirikur Lindenskov
21. november 2026 kl. 21:38

– Eg kann garantera, at NATO fer at verja hvønn einasta metur av pólskum landøki.

Tað sigur Mark Rutte, aðalskrivari í NATO, sambært pólsku tíðindastovuni PAP leygardagin.

Útsøgnin kemur eftir, at pólskir myndugleikar fríggjadagin boðaðu frá, at trggir lutir úr Russlandi høvdu brotið pólskt loftrúm.

Sambært fyribilsupplýsingunum var talan um tvær rakettir og eina dronu.

øI dag hava pólskir ákærumyndugleikar sambært týsku tíðindastovuni dpa staðfest, at annar luturin var ein russisk CH-101-rakett. Tað er ein langtrøkkandi krússarakett, sum Russland eisini hevur brúkt í krígnum móti Ukraina.

NATO kann styrkja verjuna

Mark Rutte sigur, at amerikanski herovastin Alexus Grynkewich, sum hevur ovastu hernaðarligu leiðsluna hjá NATO í Evropa, fer at kanna, um veikleikar eru í verjuni hjá NATO-londunum.

Um tað verður mett neyðugt, verða tillagingar gjørdar fyri at styrkja verjuna og fyribyrgja nýggjum álopum.

Pólski verjumálaráðharrin, Wladyslaw Kosiniak-Kamysz, sigur, at Pólland væntar sterkan stuðul frá sínum NATO-sameindu til at verja eystara markið.

– Eg havi í dag verið í sambandi við Grynkewich herovasta fyri at samskipa smálutirnar í hesum tiltøkunum, skrivar hann á X.

Hernaðarvenjingar í Póllandi

Hendingin fór fram samstundis sum stórar hernaðarvenjingar eru í Póllandi.

Umleið 2.800 hermenn úr tíggju evropeiskum londum taka lut í einari felags venjing hjá einari fleirtjóða friðarvarðveitandi herdeild, sum eftir ætlan skal kunna sendast til Ukraina, tá ein friðaravtala einaferð er gjørd.

Pólskir embætismenn halda ikki, at tað er av tilvild, at russisku rakettirnar og dronan komu inn í pólskt loftrúm júst nú.

Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022, eru russiskar dronur fleiri ferðir komnar inn í loftrúmið hjá Póllandi og øðrum londum í Eysturevropa.

Hendingarnar hava økt spenningin millum Russland og NATO og elvt til ótta fyri, at kríggið kann breiða seg til onnur lond.

NATO viðger málið mánadagin

Norðuratlantiska ráðið hjá NATO skal mánadagin hittast í Bruxelles fyri at viðgera russisku brotini á pólska loftrúmið.

Har verður væntandi eisini umrøtt, hvussu NATO kann styrkja loftverjuna við eystara markið hjá verjusamgonguni.

Pólland er limur í NATO, og eitt vápnað álop á landið kann tí fáa avleiðingar fyri alla verjusamgonguna.

Kelda: Ritzau, Reuters, dpa og PAP.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ummæli: Faderhuset

47 minuttir síðan
Tíðindi

Tí eru klementinurnar mislittar

1 tími síðan
Tíðindi

Vánaligur seinni hálvleikur gjørdist dýrur hjá KA/Þór

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby leikti javnt og Västerås tapti

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 27-22 móti StíF

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt telduálop legði íslendskar vevtænastur lamnar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: – Fyri okkum er Putin ein drápsmaður

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 kopp­aði fjórð­fremsta lið­num í Pól­landi

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Mikkel­sen tal­ar á mid­degi – sang­kórið syng­ur á kvøld­møti­num

3 tímar síðan
Hondbóltur

Aftaná trý tap á rað kom Skuru á sigursslóðina aftur

3 tímar síðan